Føroya størsta byggiloyvið!

Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini , var tað ein søguligur dagur fyri Tórshavnar kommunu og Føroyar, at geva loyvið til Føroya størsta byggiloyvið nakrantíð.


Hetta hendi mánakvøldið, tá í vit í byggi og byarskiprnarnevndini góvu byggiloyvið til skúladepilin í Marknagili, og málið er nú farið til endaliga nevndarviðgerð í ymsu nevndunum hjá býráðnum.


Núverandi Studentaskúlin hevur verið í Hoydølum síðani fyrst í 60-árunum. Nýggi høvuðsbygningurin var tikin í nýtslu í 1965, og hevur stórtsæð staðið óbroyttur líka síðani, hann er í sera vánaligum standi, tí er nú at fegnast um, at hetta megnar skúla byggiloyið er um at vera klárt.


Hetta fer sjálvsagt at skapa nógv arbeiði og trivnað við sær. Somuleiðis er hetta stigið alneyðugt og uppá tíðina at byrja verður.


Sambært Landsverk er fíggjarkarmurin 391 mió. kr. (uttan innbúgv) skúlin verður 19.000 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum.


Sum er hevur Mentamálaráðið esini fingið byggiloyvið frá Tórshavnar kommunu, at seta fyribilslonir upp til skúlastovur , sum skulu takast niður aftur, tá ið nýggi skúlin á Marknagili vrður vantandi liðugur í 2016.


Vh


Levi Mørk


Formaður í byggi og byarskiparnarnevndini


hjá Tórshavnar kommunu