Føroya Regatta í Runavík í vikuskiftinum

Tíðindaskriv:


Nú leygarkvøldið – 5. juli – vitja tey seglførandi skipini í Føroyum, sluppir og motorar, Runavíkar havn. Endamálið er fyrst og fremst at vekja ans fyri hesum maritima arvi, sum eldsálir kring landið hava bjargað undan týning, og hartil at geva fólki í býum og bygdum møguleikan fyri at síggja amboðini, sum einaferð vóru grundarlagið undir búskapi landsins.


Skráin leygarkvøldið í Runavík:


Kl. 18:00 Skipini koma inn um Saltnes. Undir Lambareiði leggja tey kós ímóti Runavík.


Kl. 18:30 Á bryggjuni syngja Sløkkiliðsmenn.


Kl. 19:00 Arnfinn Langgard, havnanevndarformaður í RK bjóðar vælkomin.


Kl. 19:15 Troubadururin Kári Sverrisson syngur og spælir tvey løg.


Kl. 19:25 Dan Reinert Petersen, lærari og sjómaður, flytir fram røðu.


Kl. 19:40 Troubadururin Kári Sverrisson syngur og spælir tvey løg.


Kl. 19-21:00 Barnakapping og “opið skip”, har almenningurin fær høvi at vitja umborð.


Kl. 19:50 Togtogan á bryggjuni. Dómari Magnus Rasmussen (RH letur steypið.)


Kl. 21:00 Føroyskur dansur, Louis Houmann skipar Ormin Langa.


Kl. 22:00 Felagssangur í stóra tjaldinum (kórsangarar syngja fyri).


Kl. 23:30 Almennur ókeypis eingilskur dansur í tjaldinum – Four men spæla.


Kl. 01:00 PrixRunavík – stutt sangkapping ímillum manningarnar (RK letur steypið.)


Tíðir og tíðarmál eru vegleiðandi.


Øll eru hjartaliga vælkomin á bryggjuna leygarkvøldið - og alt er ókeypis!