Føroya Pedagogfelag í verkfall

Í morgun er tað greitt, at Føroya Pedagogfelag, er farið í verkfall. Hetta fakfelag var tað einasta, sum ikki fekk síni serkrøv í gjøgnum, og góðtekur ikki, at flatskatturin verður blandaður uppí lønarsamráðingarnar.


Hini fakfeløgini koma saman á middegi, og tá verður støða tikin til hvat víðari skal henda hjá teimum.


Men fyribils er støðan, at Føroya Pedagogfelag fer í verkfall.


Felagið hevur fleiri enn 2000 limir. Verkfallið fer sostatt at raka frítíðarskúlar, barnagarðar, vøggustovur, ellisheim og aðrar stovnar.