Føroya Handverksmeistarafelag havt aðalfund

Mikudagin 16. mai var aðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag, har m.a. nevndarval var á skránni.


Nývaldur í nevndina er Petur Frank Joensen, sum kom inn fyri Ólavur A. Olsen.


Harumframt stóð Anskar Hansen fyri vali, og varð hann afturvaldur í nevndina.


Í nevndini í Føroya Handverksmeistarafelag sita nú:


Magnus Magnussen


Anskar Hansen


Jens Kristian Haraldsen


Sjúrður Holm


Petur Frank Joensen