Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki broytt støðu

Í síðstu viku varð róð framundir, at Føroya Arbeiðsgevarafelag var ímóti kapping og hevur broytt støðu viðv. fiskivinnupolitikkinum. Hetta varð nevnt í samband við hoyringssvarið hjá felagnum til uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni. 

Bergur Poulsen
formaður, Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur framvegis somu støðu, sum felagið hevur haft í langa tíð, og hoyringssvarið er grundað á sama grundstøði, sum felagið hevur havt seinastu nógvu árini. Sjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelags hava sítt grundarlag í vinnupolitikki felagsins og síggjast m.a. aftur í ársfrágreiðingum og vinnusjónarmiðnum “Koyrið so á motorin”.
 
Um hugt verður í ársfrágreiðing felagsins frá 2011 og tíðindaskrivi í mai 2011 verður sagt, at støðugir og langsiktaðir karmar eru ein fortreyt fyri at reka vinnulív og umráðandi er at finna ein forútsigiligan leist fyri, hvussu tilfeingsskatturin skal heintast inn. Í bóklinginum “Koyrið so á motorin” frá 2011, verður sagt, at ein skipan við tilfeingisgjaldi IKKI má taka virkishugin frá vinnuni, IKKI ganga út yvir kappingarføri, men má taka støðið í einum staðfestum meirvinningi. Somuleiðis, at ein slík skipan setir krøv til trygg rættindi. Føroya Arbeiðsgevarafelag er framvegis av tí sannføring, at hesi sjónarmið eru besta grundarlagið undir eini framtíðar fiskivinnu, har tilfeingisrentan er størst.
 
Tað var ikki fyrr enn í seinnu helvt av 1980’unum, at fyrstu stigini vóru tikin fyri at avmarka luttøkuna í fiskivinnuni og farið var frá fríum fiskiskapi. Hetta varð gjørt fyri at betra um lønsemið í vinnuni og fáa eina betri røkt av fiskastovnunum. Eftir at lógin um vinnuligan fiskiskap kom í 1994 vóru karmarnir lagdir um ta fiskiveiðuskipan, sum hevur virkað fram til í dag. Í 1997/98 kom umsetiligheit inn í skipanina, so skipað kapping varð um at gagnnýta veiðirættindini.  Sostatt er talan um eina marknaðargrundaða skipan, har keyp og søla fer fram. Og verður hugt eftir t.d. partrolaraflotanum gjøgnum tíðirnar sæst, at tey flestu skipini hava skift eigarar, summi enntá fleiri ferðir. Sama er galdandi fyri nótaflotan. Umsetiligheitin hevur elvt til at farið er frá fleiri enn 20 skipum til 7 skip í 2017. Sostatt er eingin ivi um, at tað í verandi skipan er kapping um at sleppa framat rættindunum í fiskivinnuni. Eitt skipan við tilfeingisgjaldi fer harafturat at lækka prísin fyri fiskirættindi og harvið gera tað lættari at fáa atgongd. Soleiðis økist kappingin uppaftur meira.
 
Leggjast kann afturat, at hoyringsskrivið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á ivamál, sum eisini nýskipanarnevndin fyri fiskivinnuna gjørdi vart við í frágreiðingini, sum varð latin landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri kortum, “Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar”.
 
Tað ber til at kunna seg um generellu sjónarmiðini frá 2011 her: http://www.vinnuhusid.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fFAG%2f2011%2fArsfragreiding+FAG+2010.pdf
 
Leinkja til Koyrið so á motorin 2011: http://www.industry.fo/kunning/boklingar-og-fragreidingar/boklingar/vinnusjonarmid-2011-koyrid-so-a-motorin
 
Les eisini: Áskoðan viðv. ætlaðu fiskivinnunýskipanini her: http://www.industry.fo/tidindi/askodan-hja-foeroya-arbeidsgevarafelag?Action=1&NewsId=1879&M=NewsV2&PID=12131


 
Bergur Poulsen, formaður