Fornminnini í Kirkjubø fáa nú dagførda bakkaverju

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Høgni Hoydal, hitti hósdagin Tom Dawson, ið er fornfrøðingur og leiðandi granskari við University of St. Andrews í Fife í Skotlandi. Skotski serfrøðingurin vitjar í Føroyum í sambandi við at forkanningar at umvæla bakkaverjuna framman fyri fornmninnini í Kirkjubø verða gjørdar.

- Fornminnini í Kirkjubø eru okkara mætastu mentanarminni, og tað er umráðandi, at tey átøk vit gera fyri at verja fornminnini fyri brimi, eru tey røttu. Eg eri tí sera fegin um, at Tjóðsavnið og Landsverk hava ráðført seg við skotska serfrøði, tí umstøðurnar í Føroyum og á skotsku oyggjunum eru líkar, bæði tá tað kemur til lendi og veðurlag. Tað er sera umráðandi, at bakkaverjan framman fyri fornminnini í Kirkjubø er ein dygg og haldgóð loysn í mun til landslagið og vernd av fornminnunum í Kirkjubø. Eisini er umráðandi, at arbeitt verður støðugt saman við fólkinum á staðnum til tess at tryggja bestu loysnina,  sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum.

Á fundinum við landsstýrismannin greiddi Tom Dawson frá umfatandi virksemi sínum í felagnum SCAPE (Scottish Archaeology and the Problem of Erosion), sum varð sett á stovn í 2001. Í SCAPE arbeiða serfrøðingar saman við fólki í lokalsamfeløgum kring Skotland og skotsku oyggjunum við verkætlanum, ið hava til endamáls at verja, varðveita og miðla tey fornminni, ið eru í vanda fyri at fara í havið. Eins og í Føroyum er nógvastaðni sera harðbalið fram við skotsku strondina, og nógvastaðni máar burtur av bakkanum.

Tom Dawson vísti á, at tað í høvuðsheitum eru tríggjar tilgongdir til handfaring av fornminnum í økjum, har vandi er fyri, at fornminni fara í havið. Tað er at byggja bakkaverjur, at lata fornminnini fara í havið, ella at grava fornminnini út og skráseta tey fyri eftirtíðina. Verður ein bakkaverja gjørd, er tað neyðugt at gera sær greitt, at bakkaverjan skal gerast á rættan hátt og haldast við líka, tí annars er vandi fyri, at fornminnini fara í havið, hóast tað at tiltøk eru gjørd, ið eru ætlað at verja fornminnini. Síðan 1990 er stórt arbeiði gjørt við at skráseta lendi og fornminni fram við allari strondini í Skotlandi og skotsku oyggjunum.

Tað er greitt, at eisini í Føroyum er tørvur á, at støða verður tikin til vernd av teimum fornminnum, ið eru í vanda fyri at fara í havið, tí tað máar burtur av bakkanum. Eitt nú eru fornminni á Sandi, í Nesi í Hvalba og á Nesi í Vági, har tørvur er á bráðfeingis støðutakan til vernd av fornminnunum. Tað eru tó serliga fornminnnini i Kirkjubø, ið hava verið umrødd í sambandi við vandan fyri at fara í havið. 
Bakkaverjan undir Ólavskirkjuni, ið grótsmiðurin av Argjum, Niels Lassen Arge, gjørdi í 1870 og verndargarðurin undir kirkjutoftini Líkhúsi, ið Jóannes Patursson, bóndi, gjørdi í 1945, hava hildið væl, men tørvur er nú á umfatandi umvælingum, og tørvur er eisini á bakkaverju fram við vegnum undir Kirkjubømúrinum.

Umframt at hava vitjað í Kirkjubø, so hevur Tom Dawson saman við fólki frá Tjóðsavninum og Landsverki eisini vitjað á Sandi og mett um møguleikan fyri eini bakkaverju á Sondum, har fornfrøðiligar kanningar hava víst á leivdir eftir elstu búseting , ið vit vita um í Føroyum. Vitjað varð eisini á Bønhúsfløtu í Nesi í Hvalba, í Sjóvartoftum á Nesi í Vági, í Kirkjumýri í Porkeri, og hugt varð eisini eftir bakkaverjuni í Sumba.

Tað eru Tjóðsavnið og Landsverk, ið hava fingið Tom Dawson til Føroya, og sum saman við umboðum fyri Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið hava arbeitt við málinum um bakkaverju í Kirkjubø.

Í hesum døgum verða tær síðstu forkanningarnar gjørdar, sum skulu vera grundarlag fyri støðutakan til, hvør rætta loysnin er í mun til vernd av fornminnunum í Kirkjubø og ætlanin er eisini at gera eina verju fyri fornminnini í bakkanum á Sondum á Sandi. Tilmæli við kostnaðarmeting verður nú fyrireikað og verður eftir ætlan liðugt í september.

Í ár eru 1 mió. kr. settar av á fíggjarlógini til bakkaverju í Kirkjubø og aðrastaðni, og upphæddin røkkur til forkanningar, projektering og smávegis umvælingar.