Fornílegur hjá húsdjórum í útnorðri, ein verkætlan

Á ferðum teirra í útnorði førdu niðursetufólkini við sær ymisk sløg av húsdjórum. Nógv av hesum djórum hava síðani 9. og 10. øld verið týðandi partur av landbúnaðinum í hesum økjum.

Hóast seyðasløgini í Norðurlondum eru rímiliga væl lýst, hvat ílegum viðvíðkur, so standa fleiri spurningar um uppruna og menning av skipanum ósvaraðir. Ein granskingarverkætlan, sum Fornminnissavnið luttekur í, hevur sum høvuðsendamál at staðfesta upprunan hjá seyði og rossum í útnorðri. Eitt annað endamál er at skilja valið av ymiskum sereyðkennum við atliti at tí, ið fáast kundi burtur úr hesum djórum eins og at skilja átrúnaðarliga og siðbundna týdningin, ross høvdu í víkingaøld. Við verkætlanini fer at bera til at skilja, hvussu skjóta menningin av búsetingini í útnorði skapti seyða- og rossasløg við teirra sereyðkennum í hesum serliga umhvørvinum, og hvussu hesi eru broytt tey mongu árini síðani landnámið.

Seyður hóskar seg framúr til landsløg og veðurlagið í oyggjasamfeløgunum í útnorði, og hesir seyðir tæntu einum nýtsluendamáli í víkingaaldarsamfelagnum við øllum tí, teir kastaðu av sær til matna eins og ull til klæði upp á kroppin. Seyðurin gjørdist skjótt búskaparliga týdningarmesta húsdjórið í útnorðri, men vit kenna lítið til ílegusamansetingina av víkingaaldar seyðinum ella íkast teirra til nútímans seyðasløgini. Higartil er greiningin av sonevndari aDNA - ”ancient” ella “gamlari” ílegu - av seyði rættiliga avmarkað. Hinvegin hevði rossið ein heilt annan samfelagsligan leiklut við tað, at tað hevði avgerandi mentanarligan og siðbundnan týdning í víkingaøldini, umframt at tað varð nýtt til flutning bæði til gerandis - í sambandi við landbúnað – og til krígsførslu.

Ætlanin er at greina beinatilfar, funnið úr fornfrøðiligum rannsóknum í útnorðri og Skandinavia og hesi fara at verða sammett við nútímans seyðasløg í hesum økjum.  Við at nýta mest framkomið tvørvísindaligt arbeiðslag í sambandi við greining av gomlum ílegum, fer hetta at seta okkum før fyri at fáa til vega eitt heilt serligt dátusavn, har vit m.a. fara at kunna síggja breið landafrøðilig mynstur og meiri samfelagslig viðurskifti við atliti at, hvussu seyðahaldið hevur verið tá á døgum.

Luttøka og fígging
Verkætlanin verður stýrd frá Landbúnaðarháskúla Íslands í Reykjavík í samstarvi við náttúruvísindafólk á lærdu háskúlunum í Oslo og Kuopio í eystur Finlandi, umframt við Tjóðminjasafn Íslands, Fornminnissavnið, lærda háskúlan í Cambridge við vísindafólk innan ymisk yrki, so sum forndjórabeinafrøði og fornfrøði á øðrum stovnum.

Í døgunum 3-6. oktober 2016 varð skipað fyri verkstovu innan verkætlanina á íslendska landbúnaðarháskúlanum í Reykjavík við luttøku av vísindafólkum úr Noregi, Finlandi, Svøríki, Danmark og Estlandi umframt Íslandi og Føroyum. Í døgunum 24. oktober til 4. november vitjaði íslendski forndjórabeinaserfrøðingurin Albina Hulda Pálsdóttir, ið starvast á landbúnaðarháskúlanum í Reykjavík, Fornminnissavnið, har hon saman við føroysku verkætlanarluttakarunum, fornfrøðingunum Símun V. Arge og Helga D. Michelsen, hevur valt út beinatilfar til sýnistøku og endaliga greiningar.

Føroyska beinatilfarið, sum í fyrstu syftu skal metast um, hvørt tað er nýtiligt til endamálið, stavar frá fornfrøðiligu rannsóknunum í Durhúsi á Eiði, undan Argisbrekku við Eiðisvatn, í Uppistovubeitinum í Leirvík, í Kirkjubø, undir Junkarinsfløtti og á Sondum heima á Sandi. Eisini fer at verða mett um, hvørt tiltikni Dímunarseyðurin, sum hevur verið mettur at stava frá aldargomlum seyðaslagi, men sum varð avtikin í 1860-árunum, eisini kann verða nýttur í hesum sambandi.

Íslendski granskingargrunnurin RANNÍS stuðlar verkætlanini fíggjarliga. Kanningarferðin til Føroya og vitjanin á Fornminnissavninum varð stuðlað av Fróðskaparsetri Føroya og íslendsku deildini av Letterstedska Föreningen. 

Símun V. Arge