Formansrøða hildin á aðalfundi í Læknafelag Føroya, leygardagin 4. nov. 2017

Vælkomin á aðalfund øll somul. Landsstýriskvinnan í heilsumálum kundi ikki koma av privatum grundum. Eg havi tosað við hana, og hon letur heilsa. Í hennara stað er Turið Arge, aðalstjóri, komin og fer at røða vegna Heilsumálaráðið. Vælkomin Turið. 

Støðan á heilsuøkinum
Vit hava, sum áður sagt, tvær meginavbjóðingar í føroyska heilsuverkinum, og tær eru rekrutteringin av serlæknum og samlaði fíggjarligi játtanarkarmurin. Fari at taka tær tíggju tesurnar hjá Læknafelagnum  fram aftur, tí øll okkara meting av framtíðini er bygd á tær.  

1. Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin mennist í hesum árum við rúkandi ferð. Tað merkir at sjúkur, sum áður ikki kundu grøðast, nú kunnu grøðast og at sjúkur, sum ikki kundu tálmast og/ella linnast, nú kunnu tað. 

2. Heilsustøður,  sum áður ikki vórðu roknaðar sum sjúkur, fara at  verða tað ella í hvussu so er sum ein suboptimalitetur í funktión. Og tað fer at bera til at viðgera summar av hesum nýggju sjúkum og vánaligu funktiónum. Kendar sjúkur fara at verða sundurgreinaðar í undirbólkar, sum fara at krevja ymiskar viðgerðir.

3. Krøvini um mong og kostnaðarmikil kanningartól fara at vaksa støðugt. Bert við hesum tólum, fer tað at bera til at greina  ein sjúkling til lítar. 

4. Viðgerðin verður meira og meira specialiserað og savnað á stórum deplum við serførleika innan eitt ávíst og avmarkað umráði. 

5. Teir specialiseraðu viðgerðardeplarnir fara at fáa sjúklingar ikki bert úr heimlandinum, men eisini  úr øðrum londum, sum eru ov smá at hava slíkar førleikar. 

6. Neyðugt verður at kunna greina sjúkur so væl í Føroyum, at vit kunnu staðfesta, hvar viðgerðin kann fara fram fullgott. Umframt tól fer hetta at krevja, at talið av serlæknum við ymiskum førleikum veksur munandi. 

7. Nýggjur heilivágur fer at verða dýrari og virknari, patentleysur heiligvágur verður bíligari.

8. Æviskeið føroyinga leingist støðugt, og fer at hava við sær vaksandi tal av degenerativum sjúkum. 

9. Til tess at greina, hvat sjúklinginum bagir og veita honum heilsubót, fer tørvurin á sjúkrahússeingjum at minka, men talið av røktarseingjum til rehabilitering fer at vaksa.

10. Tá føroyingar fara at velja land at búgva í, fer tað at viga tungt, um heilsuverkið í Føroyum læknafrøðiliga kann siga seg á vera á sama støði sum í grannalondum.

Hvussu hevur so árið hilnast. Jú, vit mugu fegnast yvir, at heilsumyndugleikarnir partvíst hava fylgt okkara ráðum og sett ein eindarstjóra fyri sjúkrahúsini.  Vit hava mælt til, at tað verður ein stjóri fyri alt heilsuverkið. Heilt einfalt tí tað ber ikki til at gera mun á primera og sekundera sjúkrahúsverkinum longur. Tað læknaliga heilsuverkið er ein samanhangandi heild, eitt kontinuum, har eingin gátt eigur at vera. Vit hava mælt til, at eitt heilsudirektorat (eitt heilsustjóraembæti) verður skipað við nóg mikið av analytiskum og rakstrarligum førleikum til at optimera okkara heilsuverk, grundað á neyva vitan um, hvussu verkið starvar í dag, fer at starva í morgin og mest sannlíkt um 10 ár. Henda vitan er ongastaðni samlað í dag. Eitt heilsuverk er ein serstakliga kompliserað organisma, har juristar og økonomar ikki hava neyðuga innlitið at leiða optimalt, men sjálvandi eru neyðugir í  leiðsluni eisini.  Direktoratið, vit sóknast eftir, skal tí eisini mannast við fólki við høgari heilsuútbúgving.  

Eitt annað vit fegnast um er,  at  peningur er settur av til nýggjar serlæknar. Hetta farna árið eru fleiri komnir í starv. Men lat meg minna á, at hetta sum avsett er á ongan hátt nóg mikið. Okkara meting er enn, at vit mangla umleið 50 serlæknar, íroknað kommunulæknar. Í eini verkstovu í vár, har vit royndu at framskriva okkara optimalu manning um 10 ár, ja so mangla vit út við hundrað.  Mátin at rekruttera læknar er ikki at seta á stovn eina vanliga starvsfólkadeild, sum setur lýsing í føroysk bløð eftir yvirlæknakompetentum fólki. Nei, tað er við at gera eina ætlan um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera í hvørjari sergrein, og so seta seg í samband við teir læknar, sum kunnu enda í hesum størvum um eini 5 til 10 ár. Soleiðis at hesir kunnu innrætta sítt familjulív eftir at koma heim aftur ein dag. Hetta er á ongan hátt komið at virka enn, og tað er spell.   Skal ætlaða serlæknamanningin hava nakað trúvirði, so má neyðuga játtanin setast av longu nú.  Tað er komið mær fyri oyra, at yvirlæknar eru noyddir at avspáka og fara í onnur lond at arbeiða í avspákingartíðíni, tí teir fáa ikki yvirtíðina útgoldnað. Um hetta er so, má tað sigast at vera skilaleyst og ikki í grannalagnum av tí, sum vit hava brúk fyri, sum landið liggur. Tað, sum ein serlækni hevur upptjent av yvirtíð, skal í ljósinum av stóra serlæknamanglinum sjálvandi útgjaldast. Tvangsavspáking kunnu vit praktisera,  tá tann stóra manningarætlanin er fullførd.  

Vit hava sagt tað áður, og lat meg endurtaka tað her: okkara meting er, at tað lítla og tí dýra føroyska heilsuverkið manglar stívliga 300 mill. krónur árliga fyri at kunna vera á hædd við okkara grannalond. Aftur í ár skuldu vit so uppliva tað absurda, at Landssjúkrahúsið boðar frá, at tað hevur ikki ráð at fremja ætlaðar viðgerðir og heldur ikki at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið fyrr enn eftir nýggjár, tá nýggj fíggjarlóg loyvir hesum.  At lata eitt heilt virkið við fleiri hundrað fólkum ganga fyri einki bara tí 1% av játtanini til variablar útreiðslur mangla, er í mínum eygum ikki bara at gera seg inn á sakleysar borgarar í landinum, men eisini skeiv umsiting av fíggjarlógini. Líka so væl sum ein útreiðsla bert kann gjaldast sambært lóg, so haldi eg, at tað at geva starvsfólki frí, tí tað er ikki ráð at keypa skrúvur og protesur, átti at kravt lógarheimild. Og so haldi eg sum borgari, at tað er at gera seg inn á grundleggjandi borgararættindi at nokta teimum viðgerð, sum eru so óheppin at hava viðgerðartørv seint á árinum. Eg haldi, at læknar skulu halda seg ov góðar til at vera við í hesum arbeiði at finna fram til tey, sum hava ein serligan tørv  at fáa viðgerð her ella uttanlands grundað á fíggjarliga trongstøðu. Sagt á annan hátt haldi eg, at fíggjarlógin eigur ikki at verða misnýtt til at legitimera grundleggjandi skeikling av okkara samfelagssáttmála – at vit øll hava sama rætt til tænastur í heilsuverkinum. Tað skal so sigast at tað, sum tørvaði, játtaði Tingið rættiliga skjótt, men hasir freku administrativu boðskapirnir um, at sjúklingar mugu bíða til næsta ár, tá peningur er tøkur, er ikki rímiligur – og kundi eg væl ímynda  mær, at onkur vaktur borgari legði sak í móti tí almenna fyri ólógligan mannamun. 

Ársins truplasta mál hevur helst verið ætlanirnar um at umgera primera heilsuverkið. Hetta fekk eina út av leið ringa byrjan. Heilsumálaráðið kallaði inn til stóran tvørfakligan arbeiðsfund, har komandi struktururin í primeru heilsutænastuni skuldi viðgerðast. Tíverri stóð í arbeiðstilfarinum, sum lá til grund fyri hendan fund, heilt greitt at kommunulæknarnir skuldu fáa ein nýggjan sáttmála, sum spardi so nógvar pengar, at tað bleiv ráð til at útbúgva og seta sjúkrarøktarfrøðingar í starv at gera ein part av tí, sum kommunulæknarnir høvdu gjørt áður – tey rópa tað uppgávuglíðing. Og so var eldur í.

Kommunulæknarnir søgdu nei til at luttaka í egnari jarðarferð og sama gjørdi Serlæknafelagið og felagið hjá teimum yngru læknunum. Mín lutur var at fara á fundin við hesum boðum – at ongin av súlum læknafelagsins ætlaðu sær at luttaka í slíkum virksemi. Og mær vitandi hevur ongin okkara fingið fundarboð síðani, um hvussu primeri heilsugeirin skal skipast. Míni ráð eru at leggja alt hetta undir eitt superprofessionelt heilsudirektorat, og lata tey arbeiða við málinum, sum hava skil fyri tí.   

Digitaliseringin av heilsuverkinum er eftirbátur
Øll vit, sum eru komin eitt sindur til árs, hava sæð, hvussu digitala kollveltingin umgjørdi bankarnar. Frá bankabókum og nógvum bankadeildum til digitala peningaumsiting, sum er opin alt døgnið. Bankarnir gjørdu stórar íløgur í digitaliseringina og heysta í dag ágóðan. Vit í heilsuverkinum eru eftirbátar í ólukkumát. Eftir nógvar samrøður við fyrrverandi landslæknan Henrik Hansen, loyvi eg mær at taka fram her nakrar av niðurstøðunum:  

Menningin av digitalisering innan heilsuverkið hevur ment seg skjótt allastaðni og kann vera við til at betra um heilsuverkið. Umráðið er sera komplekst og nógvar KT-verkætlanir hava miseydnast. Erfaringarnar hava mangan verið dýrar.

Við tí landsumfatandi felags e-journalini COSMIC, sum umfataði bæði sjúkrahúsini og kommunulæknarnar, fingu vit eitt gott grundarlag fyri menning av tí digitaliseraða heilsuverkinum. Men síðan tá hevur menningin gingið seint, og hevur ikki havt somu ferð sum hjá øðrum Norðanlondum, sum vit kunnu samanberast við.

Heilsuverkið hevur m.a. niðanfyristandandi avbjóðingar á tí digitala umráðnum:
E-journalin, COSMIC hevur ikki eitt modul til hagtøl/statistikk. Tí er ikki gjørligt at fáa út hagtøl yvir aktivitetin í heilsuverkinum. Tí manglar eitt heilt grundleggjandi amboð til heilsuplanlegging, – og manuellu skipanirnar vórðu steðgaðar, tá vit fingu COSMIC. Hesi nú manglandi data gera tað sera trupult at gera raðfestingar. 

Føroyar eru einasta umráðið í Norðurlondum, sum seinastu 10 árini, ikki hevur latið inn data til NOMESCO um aktivitet/virksemi, annað enn innleggingar og innleggingartíðir. 

E-journalin, COSMIC, kann ikki samskifta við útlond. Vit hava í dag ongar tryggar og gjøgnumførdar skipanir til samskifti av heilsufakligum upplýsingum millum Føroyar og útlond. 

At føroyingar, sum fáa viðgerð í Danmark, nú kunnu fáa eitt permanent (lívslangt) administrativt CPR-nummar er ein stór betring, men loysir langt frá allar avbjóðingar. 

Tey administrativu CPR-numrini tryggja ikki, at basalar heilsuupplýsingar frá útlandinum eru til taks hjá læknanum, sum hevur ábyrgdina av viðgerðini í Føroyum. Tað eru stórar avbjóðingar í mun til analysur av blóðroyndum o.ø. til útlandi, um sjúklingurin ikki hevur eitt CPR-nummar, tí samskiftið aftur til COSMIC ikki er tryggjað. 

E-journalin, COSMIC, kann ikki samskifta við teir kommunalu og landsdekkandi aktørarnar á heilsuøkinum (tvs. heimahjálp, ellisheim, GIGNI, sosialar- og psykiatriskar stovnar). 

Vit hava ikki innført digitalar fráboðanir av sjúkum, sum krevja fráboðan. o.ø. í Føroyum. Í praksis merkir tað, at nógv uttan iva ikki verður fráboðað ella talan er um undirrapportering. Aðrar absolutt kravdar fráboðanir verða gjørdar á pappír og tað er umstendiligt og inneffektivt. Dømir: 

o Deyðsváttanir verða skrivaðar manuelt og kvaliteturin er ofta vánaligur, tí læknin er ikki, eins í digitalum skipanum, noyddur at útfylla øll kravd felt og brúka viðurkendar diagnosir. 
o Fráboðanir um hjáárin av medicini verða sera sjáldan gjørdar. 
o Medicinalstatistikkur,t.d. á føðiumráðnum, er ineffektivur og viðførir m.a. dupultar inntastingar av data.

Tað er reelt ikki gjørligt hjá borgarum í Føroyum at lata seg skráseta í m.a. Lívtestamentiskránni (Livstestamenteregisteret) og Vevnaðarbrúksskránni (Vævsanvendelsesregisteret), sum tey eftir Sundhedsloven hava rætt til frá 1. januar 2018, tí teir ikki hava eitt CPR-nummar, og heldur ikki uttan víðari kunnu fáa eitt NEM-ID.

Borgarin hevur ikki atgongd til at síggja egna journal ella medicinlista, hvørki frá danska heilsuverkinum ella frá COSMIC. Tað er ikki ein beinleiðis trupulleiki fyri sjúklingatrygdina, men er ikki tíðarhóskandi, tí sjúklingurin er fremstsi eigari av egnari journal.

Tað er sera avmarkað við skipanum, sum tryggja digitalt samskifti millum heilsuverkið og borgaran og millum almennar instansir og heilsuverkið. Tann verandi menningargongin gongur spakuliga framá, tí uppgávan í einum lítlum landi á mangan hátt er líka stór sum í einum størri landi.

Vit hava ikki fingið troytt telemedicinsku møguleikarnar. Hvørki í samskiftinum okkara millum í føroyska heilsuverkinum, ella samskiftinum við samstarvsfelagar í øðrum londum. Bæði tá talan er um einstakar sjúklingar, men eisini møguleikan at kobla okkum uppá fakligar konferencir uttanlands - um allan heim. Vit hava við digitalari tøkni ein nýggjan og fascinerandi møguleika at bróta okkara isolatión her úti í havi. Men hetta krevur, at vit seta fólk, sum hava gott skil fyri hesari tøkni, og tí, sum hon skal brúkast til at fáa tað at virka. Hetta kostar í etablering, og tað krevur fólk, sum hava skil fyri tí heilsufakliga og tí digitala samskiftinum. 

Menningin av digitalum skipanum í heilsuverkinum eru serstakliga krevjandi og kostnaðurin er lutfalsliga høgur fyri eitt so lítið land sum Føroyar. Tað avgerandi er ofta ikki, hvussu nógvir brúkarar eru í einari skipan. Hetta hevur seinastu áratíggjuni verði ein týðandi forðing fyri Føroyar. Í veruleikanum kunnu vit ikki fylgja við framgongdini í størri samanbariligum londum. Tað vil, relativt sæð, hava við sær eitt støðugt verri heilsuverk. Hetta kann verða ein sjálvstyrkjandi gongd, sum víðari má væntast at ganga út yvir rekrutteringina til heilsuverkið. So okkara áheitan frá Læknafelagnum er at myndugleikarnir taka hesa avbjóðing í álvara og seta neyðuga peningin av til at gjøgnumdigitaliserað alt heilsuverkið – hetta krevur nógv visioner heilsustarvsfólk, nógvar innovativar kt-serfrøðingar og holla juridiskan/administrativan stuðul til tess at bróta niður tær formligu barrierurnar fyri at samskifta elektroniskt og beinleiðis við útlendskar veitarar av heilsutænastum. Umráðið memnist ikki av sær sjálvum, men gera vit onki gerast vit eftirbátur og tað fer at skaða okkum. 

Defensivt læknayrki. 
Flestu okkara hava hoyrt um ein ungan starvsfelaga, sum varð dømdur í Landsrættinum fyri ikki at hava skrivað okkurt í journalini, tá tað skuldi skrivast, og fyri ikki at hava tryggja sær, at eitt blóðsukur varð kannað, áðrenn insulin varð givið. Nógvir starvsfelagar hava umrátt málið í miðlunum, m.a. á Facebook, undir #detkunnehaveværetmig. Tað tykist sum at nýggja Styrelsen for Patientsikkerhed er farin harðliga til verka, og meldar læknar til politiið fyri eitt gott orð. Og nú vit eru undir somu lóg og sama eftirlitsstovni, óttist eg, at vit læknar fara at praktisera defensivt. Tað merkir, at tú hugsar meira um at skriva tað rætta í journalina heldur enn at samskifta við sjúklingin og royna at koma nærri, hvat honum bagir. Tú brúkar tíðina til at tryggja teg sjálvan heldur enn uppá at fáa sjúklingarnar, sum bíða, avgreiddar. Læknayrkið inniheldur metingar allan dagin. Vit hava ikki facitlistar, sum t.d. farmaceutar hava: antin er tað tann rætti ella tann skeivi heilivágurin, tú gevur fólki. Vit skulu meta um, hvør mest sannlíka diagnosan er, og hvør tann rætta viðgerðin er. Og innbygt í metingina er ein møguleiki fyri at meta skeivt. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis er tað í dag. Men um vit skulu fara at praktisera medicin defensivt fyri at verja okkum móti skrivstovuveldinum, so verður úrslitið,  at bíðilistarnir fara at vaksa stórliga. Ímynda tykkum – ein vaktlækni hoyrir  ein sjúkling siga, at hann hevur fingið brádliga høvuðpínu, og so má hann sjálvandi mitt á nátt til akutta heilascanning. Læknafelagið fer við hesum at heita á Heilsumálaráðið at fylgja væl við, so vit ikki enda i destruktivari defensivari medicin. 

Hetta fær meg inn á kollegialitetin. Sum læknar hava vit fingið ein dýran arv at bera Føroya fólki. Akkumuleraði lærdómurin hjá mannaættini um sjúku og líðing og heiliráð at basa hesum, er latin okkum í hendi at praktisera her á landi. Tað er bæði ein tung ábygd og ein framíhjárættur. Tað liggur á okkum, sum kenna fúkandi menningina av læknavísindini at siga okkara játtandi myndugleikum frá hesum. Tað er eisini okkara uppgáva at avtaka avoldaðar kanningar- og viðgerðarhættir. Tað er eisini okkara uppgáva at undirvísa almenninginum í, hvat læknakynstrið dugir, og tað er okkara uppgáva at greiða almenninginum frá, hvussu tey sleppa undan at gerast sjúk. 

Okkara stóra avbjóðing er at ikki niðurgera hvønn annan í hesum starvi. Politikarum og miðlum dáma væl, tá tey kunnu fáa læknar at hava ymisk sjónarmið um t.d. talið av sjúkrahúsum. Her haldi eg, at vit eiga at royna at sleppa undan at niðurgera starvsfelagar. Orðaskiftið um abortlógina í summar er eitt dømi um hetta. Tá varð sáddir iva um, hvørt  okkara gynækologar altíð framdu abortar innan  fyri galdandi lógarmark. Her vil eg mæla til at melda slík mál til løgregluna ella eftirlitsmyndugleikan, sum er landslæknin ella tiga. Læknar eiga ikki at kritisera hvønn annan alment í slíkum politiskum málum, men tosa beinleiðis við hvønn annan um ivamál ella brúka eftirlitsmyndugleikan. Ikki sá fáir læknar hava verið politikarar eisini. Fari at mæla teimum til at hugsa um, at tað kann vera trupult hjá almenninginum at vita, nær teir tosa sum læknar ella nær teir tosa sum politikarar.  Altso nær teir tosa grundað á læknaligar kunnleikar og royndir, og nær teir tosa grundað á politiska sannføring. 

Í heila tikið eru vit ein so útsettur bólkur, at vit eiga at passa uppá hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum, heldur enn at niðurgera hvønn annan - tað verða vit glaðari av, og tað gagnar medicinini sum fak. Tí, sum tað stendur skrivað: arbeiðsmennirnir eru fáir og markirnar stórar. Vit hava so nógv at gera, at nógvir starvsfelagar arbeiða langt yvir vanligan pensjónsaldur. Tað sigur eisini nakað um, hvussu væl okkum dámar læknayrkið, at vit treyðugt sleppa tí. Tað er okkara stóri professionelli framíhjárættur, at vit elska  læknavísindina og ikki minst læknakynstrið. 

Pál Weihe, formaður.