Í dag, 1. mai byrjaði ársins fyrsta, stóra bátatiltak – ‘Bátafestivalurin á Toftum’.
Vit hava glett okkum, at taka ímóti vitjandi – og teimum mongu, ið skulu geva teimum vitjandi eina góða uppliving:
Røðara, sangarum, hornorkestri, tónleikarum, sangarum, undirhaldara, veitarum og øllum teimum, sum hjálpa til og fáa bátafestivalin at rigga í verki.
‘Bátafestivalurin á Toftum’ er fyri bæði børn og vaksin.
Fyri børnini er skipað fyri andlitsmáling, hoppiborgum og skattaveiðu.
Á festivalinum er mat- og kaffisøla, mótaframsýning, tónleikur og sangur – endað verður við ‘syngið við’-tiltaki í teltinum.
VÆL KOMIN Á BÁTAFESTIVAL Á TOFTUM!
Við bátakvøðu
Høgni W. Høgnesen
Bátafelagið á Toftum
Skráin kann takast niður her: https://issuu.com/krea/docs/va_rdagar_2021_faldari_issuu_4bfdc10ed9de54?fr=sZjQ5ODI2OTQ3NjM