Forkunnugt Afrika tiltak

Í kvøld kl. 20.00 verður eitt stuðulstiltak í KFUM & K í Klaksvík. Dokumentarfilmurin Pray The Devil Back to Hell verður sýndur og Bárður Lydersen sýnir fram sterkar myndir úr Liberia


Tíðindaskriv:


"Taylor megnar at biðja hin ónda upp úr helheimi!" Soleiðis segði Gbowee sum Taylor. Tað eru hesum orðunum, sum heitið á filminum hevur sín uppruna í.


Men djarvar liberiskar kvinnur, bæði kristnar og muslimskar, settu sær fyri at stríðast saman í bøn og biðja hin ónda aftur til heljar.


Í hálvttriðja ár blivu tær við, einans vápnaðar við hvítum t blusum, sangi og bøn. Tá tað ikki var nóg mikið, gjørdu tær av at noktað monnum sínum atgongd til songina. At enda eydnaðist hesum djørvu kvinnunum at fáa frið í landinum. ** Filmurin hevur fingið fleiri virðislønir.


Myndir


Í mars í fjør var Bárður Lydersen í Liberia og tók myndir. Í kvøld sýnir hann á fyrsta sinni fram myndir sínar. Myndirnar eru sterkar og sýna fátækradømið í Monrovia í Liberia.


Mátti flýggja


Hilda Viderø arbeiðir fyri ABC barnahjálp í Liberia. Hon fer at greiða frá arbeiðinum har, og um hvussu tað var at noyðast at flýggja úr landinum orsakað av borgarakrígnum.


Í árunum 1984 til 1987 virkaðu tey í Liberia, inntil tey máttu rýma undan ófriðinum. Hilda og maðurin arbeiddu í Afrika í tilsamans 12 fram til 1996. Tey eiga tveir synir, tann eldri var bara tveir mánaðir, tá tey fóru, og tann yngri er føddur í Liberia.


Øll eru hjartaliga vælkomin.