Fólksins ella fólkfloksfólksins ogn?

Hetta er hin brennandi spurningurin.


Og svarið er eittans: hetta hevur verið, er, og eigur altíð at vera ogn Føroya fólks. Men ognarrætturin má verjast við allari tí megi, fólkið er ført fyri at mobilisera á øllum økjum, tí bæði føroyskir og útlendskir flippuklæddir ránsmenn lukta risastórar peningaupphæddir í føroysku fólksins tilfeingisognunum, og teir fara at níta allar snildir og hartil legalar eins og illegalar framferðarhættir fyri at náa teirra máli: ognartøku og privatisering av bæði fiski- og oljuríkidøminum. Og eydnast teirra ætlanir - hvat Guð forbjóði og fólkið vónandi fær sett ein effektiva forðing fyri - so er Fanin leysur, tí so gerst vanligi føroyingurin húskallur í einum fólkafloks- og stráðmannafólksins millióna- og milliarda- peningaparadísi har religiøsa høgra av røtta kann syngja: Vit á gullgøtum ganga og syngja so glað. Tey hava fingið sítt og hava tá einki til góðar, sum skrivað stendur.


Vórðu ránini: skattaránið, havtilfeingisránið og oljuránið send til fólkatkvøðu, so høvdu tey dumpað so syngjandi, og einki av uppskotunum hevði fingið yvir 25% fyri viðtøku. Tað er sostatt ein meiriluti í løgtinginum, ið fremur ránsviðtøkur móti fólksins absolutta meiriluta, og tí fær fólksins meiriluti ikki gjørt annað enn at obstruera viðtøkurnar við hond og fót og annars í tøttum samstarvi sínámillum. At lata tílíkar asosialar og djúbt órættvísar avgerðir, sum einvegis eru til fyrimunar fyri tey høgraradikalu, fara aftur við borðinum uttan harðastu mótstøðu, er at góðtaka fólksins líðandi undirgongd. Tí at liva eitt niðurbundið lív er einki lív, men bert ein óverdigur eksistensur.


Vit mugu øll gera okkum heilt greitt, at eydnast høgraharkaliðnum og teirra stuðlum innan- og uttanlanda at fremja ránini, so vendist ongantíð við aftur. Og av somu orsøk er tað ikki nú, men NÚ at stríðið skal standa. Fyriuttan andstøðuflokkarnir eru mong fólk í teimum trimum samgonguflokkunum: miðfl., sjálvstýrisfl. og sambandsflokkinum, ið eru við upp á, at steðga teimum høgraradikalu, so har skal bert etablerast eitt positivt samstarv skjótast tilber. Harumframt eigur at verða fyrireika samstarv við samsint í hinum Norðurlondunum, har vit greiða teimum frá politisku støðuni, so vit kunnu fáa moralskan og um neyðugt fíggjarligan stuðul um t.d. verkføll verða partur av stríðnum móti høgraharkaliðnum og fyri fólksins sonnu ognum.


Dagfinnur Danbjørg.