Fólkið siga sína hugsan um stjórnarskipanina

Nú ber til hjá øllum føroyingum at siga sína hugsan um stjórnarskipanina. Í dag er uppskotið um stjórnarskipan latið almenninginum til ummælis. Hetta merkir, at øll hava møguleika at gera viðmerkingar til uppskotið.

-  Eg havi seinastu mánaðirnar roynt at samansjóða øll sjónarmið. Nú eru vit komin so mikið áleiðis, at uppskotið er búgvið til at senda til ummælis, hóast vit ikki eru heilt samd um allir smálutir. Eg haldi, at uppskotið umboðar sjónarmið hjá øllum flokkunum so mikið væl, at tað er eitt gott útgangsstøði hjá tinginum at arbeiða víðari við. Egvóni, at so nógv sum gjørligt lesa uppskotið, og geva sína hugsan til kennar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tá ið uppskotið hevur verið til ummælis, verður uppskotið saman við innkomnum viðmerkingum latið Løgtinginum til viðgerðar. Væntandi setur tingið eina § 25 nevnd við umboðum frá øllum flokkum at arbeiða víðari við uppskotinum,  áðrenn tað verður lagt til endaliga atkvøðugreiðslu.

- Stjórnarskipanin er ikki eitt samgongumál. Hon er eitt mál fyri alt Løgtingið og eitt mál fyri alt Føroya fólk. Við stjórnarskipanini verður okkara fólkaræðið styrkt, tí vit staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Ikki Løgtingið - ikki landsstýrið, men fólkið. Fólkið skal altíð spyrjast á fólkaatkvøðu, um vit skulu loysa ella nærkast Danmark í ríkisfelagsskapinum. Tað sama ger seg galdandi, um vit skulu limast inn í ES. Við stjórnarskipanini flyta vit valdið frá Løgtinginum til fólki, so Løgtingið ikki kann taka slíkar stórar avgerðir uttan at spyrja fólkið fyrst, vísir løgmaður á.

Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25.apríl 2017.
Stjórnarskipanaruppskotið kann lesast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/9831/uppskot-til-stjórnarskipan-føroya-til-ummælis-ólavsøku-2017.pdf

Dagført klokkan 29.07.17 kl. 18.58