Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Fólkapensjónistar í arbeiði
Spurningur:
1. Hvussu nógvir fólkapensjónistar ella fólk í aldrinum 69-72 ár, 73-75 ár og frá 76 árum og uppeftir, hava eina arbeiðsinntøku - býtt á kvinnur og menn, býtt á almenna og privata geiran, og býtt á øki í landinum
Viðmerkingar:
Tað er møguligt hjá fólkapensjónistum, eftir galdandi lóggávu, at hava við síðuna av fólkapensjónini ávísa arbeiðsinntøku, uttan at henda ávirkar rættin til fólkapensjón. Hetta hevur eisini við sær, at inntøkur frá arbeiði eru við til at økja og styrkja inntøkugrundarlagið hjá fólkapensjónistum
Tað er áður upplýst undirritaða frá Almannamálaráðnum, at mótrokningin, sum stavar frá arbeiðsinntøku var umleið 74 mió. kr. í 2021. Í hesum sambandi er eisini áhugavert at kenna talið á teimum pensjónistum, sum hava hesar arbeiðsinntøkur - býtt á kvinnur og menn, býtt á almenna (land og kommunur, íroknað almenn partafeløg og felagsskapir) og privata geiran, og eisini býtt á øki í landinum
Endamálið við skipanini er at eggja teimum pensjónistum, sum er førir fyri tí, at hava eitt hóskandi arbeiði, serliga nú arbeiðsloysið er lágt og tørvur er á arbeiðsmegi.
Tað er politiskt viðkomandi at eftirmeta, hvørja veruliga ávirkan skipanin hevur á arbeiðsmarknaðin, undir hesum, hvussu nógvir fólkapensjónistar taka av møguleikanum og hvussu nógvir ikki taka av. Tað er eisini viðkomandi at gera sær eina meting av, um t.d. ein avtøka av mótrokningini hevði havt við sær, at fólkapensjónistar, sum longu hava eitt arbeiði, høvdu viljað ella ynskt at arbeitt enn fleiri tímar, enn teir gera í løtuni. Og hvat við teimum, sum ikki hava eitt arbeiði, høvdu teir møguliga viljað ella ynskt at átikið sær eitt arbeiði, um mótrokningin varð avtikin o.a. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 24. mai 2022
Erhard Joensen
Sambandsflokkurin