Fólkaheilsuráðið: Væleydnaður samstarvsfundur

Sætti fundur fyri samstarvsfeløgum í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu
varð hildin mikudagin 29. november, og umleið 20 umboð fyri samstarvsfelagar
kring landið vóru savnaði í fundarhølunum hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum í
Tórshavn.



Endamálið við fundinum var at fáa kunning, undirvísing og møguleikan fyri
at kjakast og hugleiða um arbeiðið við verkætlanini. “Tað var spennandi at
frætta og eftirmeta, hvussu teir ymsu partarnir hava brúkt ABC fyri sálarliga
heilsu í teirra virksemi og hvørjum leisti, tey fara at arbeiða eftir framyvir”
sigur Monika Mohr, ABC-verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum, sum hevur leitt
ABC verkætlanina í skjótt 2 ár. 

Nýggjastu samstarvsfelagarnir; 

Ergoterapeutfelagið, Barna- og ungdómspsykiatriska toymið og
Fysioterapeutfelagið vóru við fyri fyrstu ferð, og hetta var tí ein sera góð
ABC-innleiðsla hjá teimum. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, gleðist um
at nýggir samstarvsfelagar leggjast afturat, og sigur at ABC-arbeiðið fyri
sálarliga heilsufremjan nú er útbreitt til nærum alt landið har sera
fjølbroyttir stovnar arbeiða saman. Hetta ger at arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum
verður munandi meira munadygt. 



Eitt av høvuðsevnunum hesaferð var sálarlig heilsa og náttúra, og hvussu
náttúran kann betra um sálarliga heilsu. Umframt Fólkaheilsuráðið, legði eitt
umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag  fram um týdningin av grønum
býarrúmum, og hvussu náttúran kann virka sum eitt umráðandi heilsufremjandi
amboð. Eisini varð tikið samanum ABC vikuna, sum var í oktober, og sum heild
vóru allir samstarvsfelagarnir væl nøgdir við virksemið og hildu, at ABC fyri
sálarliga heilsu var sera sjónligt hesa vikuna.



Nú 2018 skjótt er farið aftur um bak, verður spennandi at fylgja við,
hvussu ABC fyri sálarliga heilsu kann menna seg soleiðis, at vit í felag kunnu
virka fyri at røkka enn fleiri í 2019.



Fyri gjøllari kunning um ABC verkætlanina, trýst her.