Seinastu árini er skíggjanýtslan økt munandi. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og okkara arbeiðsgongdir. Vit hava atgongd til kreativ hugskot og eina rúgvu av undirhaldi. Tøknin er góð, verður hon nýtt við skili. Men tøknin hevur eisini givið okkum nýggjar avbjóðingar.
Í august 2017 kom Fólkaheilsuráðið við átta skíggjaráðum, sum eru yvirskipað. Hesi ráð vórðu sera væl móttikin og førdu eisini til ein eftirspurning eftir meira neyvum ráðum um, hvussu leingi tað er ráðiligt at nýta skíggjar. Tí hava vit við støði í vísindaligari gransking á økinum arbeitt við meira neyvum skíggjráðum.
Skíggjar eru komnir fyri at vera, men hetta merkir ikki, at vit einki skulu gera fyri at tryggja eina skynsama skíggjanýtslu. Seinastu árini er alt meiri vísindalig gransking komin undan kavi, ið bendir á, at tá ið tøknin ikki verður nýtt rætt, kann hon hava neilig árin á svøvn, sálarheilsu, málsligar førleikar, kropsliga heilsu, atferð, fakligheit og uppmerksemi, og harvið trivnað og menning. Tað er trupult, og kanska heldur ikki ynskiligt, heilt at halda okkum frá at nýta skíggjar. Ístaðin eiga vit at fylgja vegleiðing og fáa góðar vanar í mun til, hvussu nógv vit nýta skíggja, hvat vit brúka hann til og í hvørjum sambandi.
Tríggir samanhangandi tættir tykjast kunna avmarka neiligu árinini av skíggjanýtsluni. Fyrsti faktorurin er aldur, annar er, hvussu vit brúka skíggja, og í triðja lagi, hvat annað kunnu vit gera ístaðin fyri at brúka skíggja. Títtleikin og upphópaða tíðarnýtslan er eisini týdningarmikil.
Skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna javnvág í skíggjanýtsluni. Við faldaranum fært tú kunning og góð ráð. Fylgir tú okkara leiðreglum, tryggjar tú, eina javnvág í skíggjanýtsluni, har tú fært ágóðan av tøknini, samstundis sum negativu árinini av tøknini verða avmarkað.
Faldarin er gjørdur við støði í gransking, sum liggur á heimasíðuni.
Fylg almennu skíggjaráðunum – tey gagna heilsu, trivnað og menning
Boðini í faldaranum eru millum onnur:
• At børn í fyrsta lagi fáa snildfon, tá ið tey eru 14 ára gomul
• At børn og tannáringar, yngri enn 14 ár, bert nýta netið, tá ið foreldur eru kring tey
• At børn ikki hava skíggja á kamari fyrr enn tey, í fyrsta lagi, eru 16 ára gomul
• At skúlar hjálpa børnum og tannáringum at avmarka skíggjanýtlsuna og eggja til sosiala samveru við at hava snildfonfríar skúlar
Viðmæld skíggjatíð
Aldur | Tíð |
0-3 ár | Øll |
4-7 ár | 30 |
8-10 ár | 45 |
11-13 ár | 60 |
14-18 ár | Upp |
Vaksin | Upp |
Vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og tað er umráðandi, at góðir skíggjavanar verða lagdir í børnini. Tí fara vit út á stovnar og skúlar at greiða frá skíggjaráðunum. Í hesum sambandi ber til hjá skúlum, stovnum og øðrum felagsskapum, komandi tíðina, at bíleggja ókeypis fyrilestrar fyri foreldur og starvsfólk um skíggjaráðini við at senda teldupost til fhr@folkaheilsa.
“Almennu skíggjaráðini – góð fyri heilsu, trivnað og menning hjá børnum og ungum” verða løgd fram á Fólkaheilsuráðstevnuni Hvussu hevur tú tað, barn? í Kongshøll í morgin og verða tøk sum faldari á okkara heimasíðu.
Nýtsla av sosialum miðlum hjá føroyingum – greining frá “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019 kann lesast her