At svikað verður, og tað í stórum stíli, er væl kent. Eisini hættirnir, ið nýttir vera, eru vælkendir og hava verið uppi at venda í miðlunum seinastu tíðina.
At útisiglarar hava staðið fyri skotum, hóast teir einans fylgja gjørdum avtalum, er sjálvandi ikki í lagi, tí okkara fundamentala krav má vera, at øll fylgja teimum reglum og lógum, ið landsins lóggevarar hava gjørt, og at neyvt eftirlit er við teimum, soleiðis at fækst møguligt kunnu sleppa sær undan at fylgja teimum.
Lønmóttakarar, arbeiðarar og fiskimenn kunnu sjálvandi als ikki góðtaka, at teir fyrst skulu gjalda fyri seg og síðani fyri minst ein annan aftrat, ið hevur sloppið sær undan. Byrðan gerst ov tung við Amanninum á rygginum. Hann má vippast av og fáa eitt loss í reyvina, so eisini hann kann svara hvørjum sítt.
Til tess má TAKS fáa neyðugu orkuna bæði hvat viðvíkur vitan og fígging, soleiðis at holufólkið bæði kann verða roykt og rikið framm í ljósið og har standa til svars fyri myrkursins gerðir og gjalda tað, tey eiga at gjalda - hvørki meira ella minni. 90% av holufólkinum eru Amenn, sum stuðla Apolitikki og øvut.
Um TAKS tí at byrðja við fylgir Aslóðini, so skuldi stórur fongur verðið vísur, og flestu Amenn verðið tiknir.
Síðani skuldi verið rímuliga lætt at sett gørnini á grynnri vatn og fingið holini bøtt, soleiðis at bert tað smæðsta hevur nakran tjans yvirhøvur fyri sleppa ígjøgnum. Men skal stríðið vinnast , so mugu fakfeløgini leggja rygg til eini:
Fólkafylking móti skattaundandrátti,- svindli og - sviki.
Eydnast stríðið - og tað skal tað - so vil úrslitið gerast størsti reallønarvøkstur fyri allar fakfelagslimirnar nakrantíð, tí teirra skattur kann tá møguliga setast niður við einum triðingi.
Alternativið verður dødens pølse serverað av komandi samgongu undir heitinum flat-tax.
Dagfinnur Danbjørg.