Fólkafundurin 2012

21. - 22. sept. í Hoyvíkshøllini og Hoyvíkar skúla


Tá løgtingið er sett á Ólavsøku byrjar eitt nýtt løgtingsár hjá løgtingslimirnum. Men í hesum løgtingsárinum eru tað ikki bert løgtimslimirnir sum fáa møguleika at skifta orð um hvussu viðurskiftini skulu skipast í okkara samfelag. Á fyrsta sinni verður skipað fyri einum politiskum festivali í Føroyum, kallaður Fólkafundurin 2012 (FF2012). Endamálið við FF2012 er at fáa politikkin út til vanliga borgaran. Fyri tað fyrsta kunnu øll tosa beinleiðis við tey, ið ráða fyri borgum, og fyri tað næsta kunnu politiskir flokkar og alskyns áhugafeløg fáa teirra boðskap út til vanliga borgaran.


Hugskotið til FF2012 kemur frá líknandi árligum tiltaki, ið byrjaði á Gotlandi í Svøríki. Tiltakið hevur eisini verið hildið á Bornholm seinastu tvey árini. Hetta tiltakið hevur verið ein brakandi succes. Fyrstu ferð møttu 10.000 fólk upp frá Bornholm og restina av Danmark, og næstu ferð møttu 27.000 fólk upp.


 Høvuðsinnihaldið í FF2012 er eitt framsýningarøki í Hoyvíkshøllini við básum hjá politiskum flokkum, kommunufeløgum, kommunum, áhugafeløgum, vinnufeløgum, fakfeløgum og onnur. Á hesum framsýningarøkinum verður m.a. eitt “speakers’ corner”, og um kvøldarnar verða floksformennirnir bodnir at halda røður.


Síðani verða tiltøk eisini hildin inni í Hoyvíkar skúla. Har verða hildnir pallborðsfundir og fyrilestrar. Eisini kunnu tey, ið hava básar á framsýningarøkinum, fáa fatur á eini skúlastovu í Hoyvíkar skúla, har tey kunnu skipa fyri ymsum tiltøkum (t.d. fyrilestrar, verkstovur, fundum og annað); tað er møguleiki hjá framsýnarum at fyriskipa hesi tiltøk alment og eisini at fyriskipa tiltøk bert fyri serliga innbodnum gestum.


Hjá vanliga borgaranum er ikki neyðugt við tilmelding, og tað er ókeypis hjá øllum at verða við á FF2012, ið verður hildin fríggjadagin 21. og leygardagin 22. september. Fríggjadagin verða serlig tiltøk hildin fyri miðnámsskúlanæmingum og lesandi á hægru útbúgvingunum. Politiskir flokkar og alskyns feløg mugu melda til og gjalda eitt gjald fyri at sleppa at hýsa einum framsýningarbási og hava ein skúlastovu til at fyriskipa tiltøk á FF2012. Umleið um eina viku fer henda tilmelding at opna.


FF2012 verður fyriskipaður av Ólavi í Geil Guttesen, BA (hons) og Ma lesandi í Event Mangagement á Leeds Metropolitan University og Jóhannes Miðskarð, cand. pæd. og PhD stipendiatur við Roskilde Universitet og Leeds Metropolitan University; eitt av serfrøðingaøkinum hjá Jóhannesi er nýtsla av einari politiskari samskiftisástøði. FF2012 verður fyriskipaður í samstarvi við Tórshavnar Kommunu.