Fólkafloksportalur?

Av tí, at mínar greinir ikki longur verða lagdar út á Vágaportalin - nú síðst greinin; Hvar er logikkurin? loyvdi eg mær at spyrja um, hví so er, og tit kunnu síggja spurningin og svarið, sum eg havi kopierað og lagt við. Sostatt sær tað út, sum um tey, ið kalla portalin fyri fólkafloksportalin hava rætt. Vónandi kann so ein og hvør gera sínar egnu niðurstøður og síni egnu fyrivarni, tá talan er um nevnda miðil.


Góði Ólavur!


Eg loyvi mær hervið at spyrja teg um, hví eg verði censureraður?


Eg síggi, at aðrir, ið ikki eru uppstillaðir, fáa høvi til at gera politiskar viðmerkingar bæði í tíð og í ótíð..


Er tað so, at hesir hava rætta litin, og eg ikki - ella hvussu?


Blíðar heilsur


Dagfinnur


Eg sensureri ongan, men gevi valevnunum meira rúm og tíð ... tey gjalda fyri sínar greinar ...


Eg diskuteri ikki mínar avgerðir ...


Heilsan


Ólavur