Fólkaflokkurin virdi ikki upphavsrættin

Leygarkvøldið gjørdi Fólkaflokkurin
seg inn á upphavsrættin hjá Nudlavirkinum. Í einum álopi á Fakfelagssamstarvið,
ið er kundi hjá Nudlavirkinum, brúkti Fólkaflokkurin myndir og snið, ið
Nudlavirkið hevur gjørt til Fakfelagssamstarvið. 





Frá  Nudlavirkinum:





Eitt kopi varð gjørt av okkara
lýsing, men teksturin var broyttur til ein politiskan boðskap hjá
Fólkaflokkinum bygdan á manipuleraði tøl. Hetta er sum øllum kunnugt eitt
greitt brot á upphavsrættin, og er serliga átaluvert, tá tað verður brúkt í
einum poltiskum álopi á júst
kundan, ið hevur bílagt lýsingina frá Nudlavirkinum. 



Nudlavirkið boðaði beinanvegin
Fólkaflokkinum frá, at hetta brot á upphavsrættin ikki kundi góðtakast, og
hótti við at leggja sak móti flokkinum. Lýsingin var tá tikin burt, men ikki so
frætt sum ein umbering kom frá flokkinum.



Nudlavirkið er varugt við, at hetta
er aðru ferð innan stutta tíð, at Fólkaflokkurin ikki virðir upphavsrættin. Her fyri varð ein sangur hjá
føroyskari songkvinnu brúktur í lýsing hjá flokkinum, uttan biðið var um loyvi. Tá lovaði flokkurin betri atburð
frameftir, men longu nú fór flokkurin aftur um mark. Júst hetta, at tað er ein afturvendandi
trupulleiki ger tí, at vit í løtuni umhugsa,
um farast skal víðari við málinum.





 Síggj lýsingina frá
Fakfelagssamstarvinum her: https://www.youtube.com/watch?v=fuPLdooe6x0