Fólkaflokkurin vanvirðir almenn starvsfólk

Tit drepa tey háløntu í skatti, og tit skapa einki!!! Nakað soleiðis endaði ein viðmerking, har Javnaðarflokkurin fekk av at vita á Facebook. Eingin ivi er um, at tað eru tey alment settu fólkini, ið  velja Javnaðarflokkin, sum í viðmerkingini vóru skýrd einki at skapa í okkara samfelag.

Nakað samstundis tendraði undirritaði Sjónvarp Føroya, har orðaskifti var um Løgmansrøðuna. Sum ikki einaferð so stóð formaður Fólkafloksins fyri 117. ferð á røðarapallinum og harmaðist um øll tey almennu størvini, ið sitandi samgonga hevði sett.

Ein skuldi trú, at formaður Fólkafloksins hevur marruna og liggur í svøvnloysi hvørja  nátt. Hinvegin er tað við at gerast troyttandi hjá hesum starvsfólkabólki, at J.N. ferð eftir ferð vísir, hvussu lítla virðing hann hevur fyri hesum bólkinum í okkara samfelag. Hesi fólk, sum einans gera tað, sum tey eru sett í starv til at gera – og tað er at gera sítt arbeiði til lítar.

Samstundis var ikki eitt kis at hoyra um øll tey mongu túsund størvini, ið vóru komin á privata arbeiðsmarknaðin seinastu fýra árini.

Hvussu kann tað bera til, at alment sett fólk altíð verða mett sum ein útreiðsla av Fólkaflokkinum, samstundis sum formaður felagsins í Tórshavn nýliga hevur gjørt eitt politiskt slogan, ið sigur ”Vit skulu vinna Havnina aftur”. Fyrst at geva alment settum starvsfólkum eitt asnaspark, fyri síðan at vænta, at flokkurin fær teirra atkvøðu.

Má siga sum er, at tað er heilt óskiljandi fyri mær, at nakað alment starvsfólk so mikið sum hugsar um at atkvøða fyri Fólkaflokkinum. Tí hesin flokkur hevur altíð verið fíggindasinnaður yvir fyri starvsfólki í almenna geiranum. Og Fólkafloksumboðini nevna sum fyrr sagt ikki tey alment settu fólkini, uttan tá  tað snýr seg um útreíðslusíðuna á Fíggjarlógini.

Tað er eingin loyna, at Javnaðarflokkurin ofta umsitur almanna-, heilsu- og skúlamál. Nevndu mál vóru jú politiska hjartablóðið hjá stovnaranum av flokkinum Peturi M. Dam sála.

Hinvegin so hava ráðandi røddir í Fólkaflokkinum, teimum so líkt, gjørt gjøldur burtur úr hesum málum. Eitt teirra kallaði einaferð sera niðrandi  landstýrisfólkið í heilsumálum, sum Javnaðarflokkurin tá umsat, fyri ”landsstýrisfólk í neyð og elendigheit”. Helst fyri at niðurgera Javnaðarflokkin.

Hetta fyrrverandi løgtingsumboð Fólkafloksins, sum segði hetta, hevur ikki hugsað um, at hendan mannminkandi útsøgn ikki bara niðurger sjúklingar, ið hava hjálp fyri neyðuni, men so sanniliga eisini øll tey  hundraðtals starvsfólkini, ið dag og dagliga gera eitt megnar arbeiði innan hetta øki, og sum harafturat ikki  eru serliga hálønt.

Javnaðarflokkurin frøist hinvegin um, at eitt so lítið samfelag sum okkara hevur eitt so væl útbúgvið lið av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, ambulansaførarum, og øllum øðrum, ið starvast  í Sjúkrahúsverkinum eins og innan almennu umsitingina.

Hinvegin so metir Fólkaflokkurin, at hesi starvsfólk ikki hava sama virði fyri okkara samfelag enn tey starvsfólk, ið starvast á tí privata marknaðinum.

Hevði eingin Javnaðarflokkur verið í politisku skipanini, so hevði almanna-, heilsu- og skúlaverkið bert verið ein viðfáningur av tí, tað er í dag.

Spírin til, at vit hava  ein Javnaðarflokk í politisku skipanini í dag,  búnaðist i einum 9 ára gomlum dreingi við vánaligari heilsustøðu fyri umleíð 110 árum síðan. Tá segði hesin við mammu sína: ”Grát ikki mamman. Tá eg verið stórur, skal eg berjast fyri teímum veiku.” Hesi so sera  kensluligu og sannførandi orð, segði 9 ára gamli Petur við mammu sína eitt ár aftaná, at pápin sjálvur triði umkomst, tá báturin holvdist í Høvddasundi týsdagin 17. apríl 1917.

Eftir sat mamma Petur einkja við fimm smáum børnum millum 3 og 10 ár og tí sætta undir belti. Neyvan hevði nakar tá væntað, at hesin 9 ára gamli heilsuveiki drongurin seinri  gjørdist eitt politiskt reystmenni og var kosin  Føroya løgmaður í 1958.

Og sigast má, at hesi orðini, hann segði tá, vóru  nærum profetisk. Frá tí, at hann við Javnaðarflokkin fekk politiksa valdið frá veljarunum í 1958, og til hann andaðist, vóru Føroyar fluttar áratíggjur fram, bæði fíggjarliga, mentanarliga og ikki minst, so varð lógávan innan pensjónir og forsorg nýtímansgjørd. Hetta hevði við sær, at ellisrentan varð avloyst av eini fólkapensjón, ið fleirfaldaði ta upphædd, ið pensionistarnir fingu.

Aftaná  samráðingar við donsku stjórnina var 60-millióna-grunnurin stovnaður. Hetta var enn eitt risaframbrot fyri føroyska samfelagið, eftir at føroyski fiskiflotin nærum bert bygdi á elligamlar sluppir.
Við hesi nýggju skipanini kundu  fiskimenn sláa seg saman og fáa stuðul og lán við tí úrsliti, at 50-60 nýmótans línubátar vórðu bygdir í Noregi og í Føroyum.

Ongantíð í Føroya søgu hevur fiskivinnan eins og flakavinnan á landi havt eitt sovorðið frambrot, hvørki fyrr ella seinri.

Eitt merkisvert politiskt fyribrigdi var hesi árini frá 1958-74: Meðan henda fíggjarliga kollveltingin fór fram bæði á sjógvi og landið, sat tann føroyski Fólkaflokkurin í andstøðu! Orsøkin til tað er helst hon, at Petur M. Dam, sum var løgmaður, til hann doyði í 1969, var fult  greiður yvir, at við tí fíggindasinnaða Fólkaflokkinum ímóti tí almenna geíranum, hevði tað verið vónleyst at fingið almanna-, heilsu- og skúlamál nýtímansgjørd saman við Fólkaflokkinum.

Lukkutíð so skipaðu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Gl. Sjálvstýrið samgongu hesi árini,  burtursæð frá árunum 1962-66, tá sokallaða sjálvstyrissamgongan sat.

Sitandi løgmaður Aksel V. Johannesen gjørdi rætt, tá hann herfyr útilokaði  at fara í samgongu við Fólkaflokkin. Tað kundi lata seg gera, tá Jógvan Sundsteín var formaður Fólkafloksins. Fyrst og fremst, tí J. Sundstein var ein bæði liberalur og pragmatiskur politikari.

Síðan tá er hesin flokkur vorðin meira og meira høgravendur. At lasta sitandi løgmanni fyri tað, er burturvið. Vit skulu ikki longur enn til Danmark, har tað í áratíggjur eru flokkar, ið als ikki kunnu fara í samgongu saman.

Hinvegin, so ber tað væl til parlmentariskt at finna semjur í fleiri málum, hetta sjálvt um nevndu flokkar eru politiskt ósamdir. So kann veljarin áðrenn valið nærum verða fullvísur í, hvør politikkur verður førdur aftaná valið. Tað kalli eg fyri demokrati.

Frank Davidsen