Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging

Er ein spottan av veljaranum og orðatakið sigur: hann ið spottar annan, spottast sjálvur.


Aftur nú vísa løgtingspolitikarar, samgongan, at tey ikki vilja taka ábyrgd og tey hava ikki so frægt av ryggi, at tey tora at leggja kommunurnar saman við lóg.


Undanførslan er at fólkið skal tala. Størri spottan kunnu tey ikki koma við, tí, hvat er fari fram teir seinast mánaðirnar, har fólki ikki hevur fingið høvi til at tala?


Í Suðuroy hevur tað verði ein meiriluti flestu staðni fyri kommunusamanlegging, men kommunupolitikararnir her, hava ikki hugin, viljan ella dugnaskap til at samstarva, so at ein samanlegging kann fáa undirtøku og hetta fer ein fólkaatkvøða ikki at broyta.


Einasta loysn fyri Suðuroy , er, at leggja hana saman við lóg og fáa útbrendar politikarar, ið fyri ein stóran part, bert sita fyri fundarpening og av eiti, útskiftar við nýggjum kreftum, ið hava viljan til at síggja út um bøgarðarnar.


Mín áheitan á veljaran, er, far á val og legg ein blankan seðil í atkvøðukassan.


Finnleif Guttesen


Suðuroy