Fólkaatkvøða um rættarfyrivarni - ein avbjóðing fyri ríkisfelagsskapin

Tilvalsskipan um danska
ES-rættarfyrivarni kann hava við sær manglandi lóggávu í Føroyum.



 3. desember verður fólkaatkvøða í
Danmark um at umskipa danska ES-rættarfyrivarnið til eina tilvalsskipan, har
Fólkatingið leypandi kann samtykkja, hvørji øki innan ES-rættarsamstarvið,
Danmark vil vera við í. Føroyar eru ikki limir í ES, men ein slík broyting í
rættarfyrivarninum kann hava ávirkan í Føroyum.



Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
fyri Javnaðarflokkin, hevur sett nakrar spurningar um avleiðingarnar fyri
Føroyar, um danir velja eina tilvalsskipan. Danski løgmálaráðharran sigur í
svari til fólkatingsmannin, at ein slík tilvalsskipan kann hava við sær at ein
donsk lóg verður sett úr gildi - tískil kann verða tørvur á at tryggja at
rættarstøðan í Føroyum ikki verður ávirka av hesum. Føroyar kunnu eisini – so
vítt tað er í tráð við heimastýrislógina – yvirtaka málsøkið. Men hetta er ikki
krav, bert ein møguleiki.

Les svarini her: http://www.ft.dk/samling/20142/almdel/f%C3%A6u/spm/3/svar/1268581/1553357.pdf

http://www.ft.dk/samling/20141/almdel/f%C3%A6u/spm/1/svar/1174674/1424841.pdf

Fleiri upplýsingar um rættarfyrivarni her: http://www.eu.dk/da/spoergsmaal-og-svar-folder/hvilke-konsekvenser-kan-en-aendring-af-retsforbeholdet-have-for-groenland-og-faeroeerne