8 fólkafloksfólk vórðu á løgtingsvalinum vald m.a. við flatskattaskipan á skránni.
Hóast hinir flokkarnir bert vildu smærri broytingar í verandi skattaskipan fyri at lætta um hjá miðal og teim lægru inntøkunum, so arbeiða í løtuni 4 flokkar og 19 tingmenn fyri hesu kollveltandi fólkafloks flatskattaskipanini, sum oysir milliónir inn til tey ríku, meðan hini fáa millum nakað og einki, serliga við øktum kommunuskatti sum fylgi av, at kommunurnar missa inntøkur í samband við skattingina av eftirlønum við inngjald og av øktum vælferðarkostnað, tí núvernadi ríkmannaskattur verður reduceraður í stóran mun.
Hetta líkist eini høgrakollvelting á fíggjarliga økinum, sum ætlanin er at fremja í tí stilla. Eingin skal fáa høvi til at reagera, fyrr enn hann/hon er í felluni, og lúkan er farin fyri.
At vera valdur upp á skattalætta - sum nevnt - og eftir valið at stuðla og fremja kollveltandi flatskattaskipan hevur onki við demokrati, men nógv meira við demagogi at gera.
Tí er alneyðugt, at vit sum vanlig fólk reagera, meðan tíð enn er til tess. Vit, okkara flokkar og feløg mugu beinanvegin fara til verka fyri um møguligt at krevja eina fólkaatkvøðu fyri ella ímóti eini flatskattaskipan ella einari undirskriftsinnsavnan ímóti nevndu skipan. Tástani kunnu vit á demokratiskan hátt síggja - svart upp á hvítt - hvat fólkið vil.
Kravt má vera, at allur aktivitetur viðvíkjandi íverksetan av eini flatskattaskipan steðgar til úrslitið av fólkaatkvøðuni ella undirskiftsinnsavnaðini fyriliggur.
Dagfinnur Danbjørg.