Fokus sett á tannáringar

Familjulegurnar hjá Heimamissiónini vera í Nesvík 17. - 19. februar og 24. - 26. februar.


Fyrra legan verður skipað sum ein vanlig familjulega, sum vit kenna tær við áhugaverdum fyrilestrum og ymsum spennandi aktivitetum.


Á seinnu leguni verður fokus sett á tannáringar og tannáringafamiljur, og hendan legan er serliga ætlað teimum. Har vera spennandi fyrilestrar, sambarbeiði í bólkum, felagsaktivitetur og avbjóðingar. Eisini verður eitt hugnakvøld, eitt sokallað 'tannáringabrak'.


– Vit hava valt at seta fokus á tannáringar, tí tá børn koma í tannáringaaldur fær familjan nýggjar avbjóðingar, sigur Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi.