FM í Sprint Triathlon verður sunnudagin

FM í Sprint Triathlon verður sunnudagin 20. mai kl. 13.


Tá kappast verður í sprint triathlon verður fyrst svomið 750 metrar, súkklað 20 km og at enda runnið 5 km.


Hesin teinur er rættiliga væl dámdur av triathletum, nettup tí at teinurin er forholdsvís stuttur. Meðan Ironman tekur umleið 9 tímar tá tí skjótasta, so tekur sprint teinurin umleið 1 tíma at gjøgnumføra. Tað verður lagt hart út, og høgi pulsurin verður hildin gjøgnum alla kappingina, og líka til komið er um málstrikuna!


Guðmundur Joensen er eisini skjótur á hesum teini, og hann er tí favorittur til kappingina sunnudagin!


Teinur:


Svomið verður í svimjihøllini í Gundadali. Súkklað verður frá Svimjihylinum, eftir Ringvegnum, eftir Strond, og vent verður á parkeringsøkinum á Kongabrúnni. Súkklað verður so millum Kongabrúnna og Tyrlupallin, og runnið verður á sama teini!


Allir luttakarar skulu møtast kl. 12, og tilber at tilmelda seg á staðnum sunnudagin.


Í svimjihøllini verður greitt nærri frá teininum og akkurát hvar súkklað og runnið verður!