FM í bridge fyri pør í 12 tímar

Kappingin um, hvør er Føroya besta bridgepar verður leygardagin í Bridgehúsinum í Havn. Kappingin varir í 12 tímar.


Flestu duga at halda 13 kortum í hondini, men hvør dugur best at spæla tey. Føroyameistarakappingin í bridge fyri pør er kappingin, har øll spæla tey somu kortini og vinnarin er tað parið, sum fær flest stikk og dugur best at melda.


Í fyrsta lagi verður hepnið útilokað, tí øll spæla somu kort. Í øðrum lagi skulu luttakararnir spæla 84 spøl, so tað ræður bæði um at verður bestur, men so sanniliga eisini um at orka. At spæla 84 spøl tekur 12 tímar – við tveimum stuttum steðgum.


Føroyameistarar eru Finn Ougaard og Høgni Jacobsen, men teir kunnu vænta sær stóra mótstøðu í ár. Øll tey bestu pørini í Føroyum eru við. Í alt er 22 pør við í kappingini.


Spælt verður frá klokkan 10 fyrrapartin til kl. 10 leygarkvøldið, tá heiðurlønirnr verða handaðar.


Áskoðarar eru vælkomnir og til ber at fylgja við allari kappingini á www.bridge.fo