Flyta íløgur frá útbúgving til asfalt!

Høvuðsstaðarøkið hevur mist alt politiskt vald og vit standa hjálparleys og hyggja at, meðan lokalpolitikkarar í flokk flyta íløgur frá lívsneyðugari útbúgving til okkara ungu í høvuðsstaðnum, til asfalt í útjaðaranum.


Nýggja samgongan hevur valt at raðfesta veg til Viðareiðis í staðin fyri skúladepil í Marknagili. Okkara kosnu politikarar velja at at útseta nýggjan skúladepil í Marknagili fyri at gera Viðareiðisvegin.


Í fíggjarætlanini, sum varð løgd fram fyri 1. oktober, vóru 85 mío. kr. settar av til skúladepilin í Marknagili. Í fíggjarætlanini, sum er løgd fram her í desember mánaða, er játtanin lækkað til 55 mió. kr. Ein lækking á 30 mió. kr.


Hetta fer at seinka verkætlanini og at gera hana dýrari.


Ein má so sjálvsagt spyrja, hvar eru pengarnir farnir í staðin? Tí tað er lítil munur á samlaða íløgukarminum á teimum báðum fíggjarætlanaruppskotunum. Játtanin til nýgerð av vegum er hækkað úr uml. 43 mió. kr. til uml. 70 mió kr. Nærum øll játtanin verður brúkt til vegastubbar í Eysturoynni og Norðoyggjum.


Samgongan velur asfalt framum útbúgving.


Hetta er ein raðfesting, sum stórliga undrar. Serliga í truplum tíðum eigur dentur at vera lagdur á útbúgving, at so nógv av okkara ungu sum møguligt nema sær eina miðnámsútbúgving.


Jú, pengarnir fara í staðin til vegagerð til m.a. Viðareiðis. Í fíggjarætlanini eru 15,5 mió. kr. settar av til farleið til Viðareiðis.


Tað sæst týðiliga, at norðingar hava verið til arbeiðis. Afturat Viðareiðisvegnum fær tekniski skúli í Klaksvík 5 mió. kr., hóast skúlanum ikki tørvar fleiri høli. Klaksvíkar Sjúkrahús fær 5 mió. kr.


Landssjúkrahúsið fær onga hækkan og 30 miljónir verða drenaðar frá Skúladeplinum í Marknagili, sum verður útsettur í fleiri ár!


Tvey løgtingsval á rað hevur sjongurin verið, at við einum valdømi fór alt politiskt vald at verða miðsavnað í høvuðsstaðnum. Úrslitið er tað øvugta: Vit hava fingið eitt fleirtal av lokalpolitikarum inn í løgtingið, sum gramsa til sín og als ikki síggja nakra heild. Og teir politikkarar, sum umboða høvuðsstaðarøkið, snorksova, eisini løgmaður.


Heðin Mortensen


Borgarstjóri