Florence Nigthingale til minnis

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard:


Leygardagin verður Astrid Klein borin úr Christianskirkjuni og út í Grøv. Hon er slóknað, proppmett av døgum, 91 ára gomul. Og seinastu árini hevði hon gott nokk verið í likaminum, men vitið hevði vent sær frá hesum heimi, inneftir, har sálin gjørdi seg til reiðar til eitt nógv hægri mál, eina størri ferð, sum longu nú er byrjað, nú Astrid liggur undir hvítum loki, við deyðans blettum á tí áður so bleyta flógva holdinum, áðrenn svarta jørðin gloypir henni heilt og eitt sindur meira friðarliga, enn tá ið Saloma átti hana fyri 91 árum síðani og Louis Houmann fekk eina dóttur, den havnamævir hann var.


Og eg steðgaði á, tá íð eg hoyrdi deyðsboðini í útvarpinum. Eg havi ikki sæð Astrid,síðan hon av elli gavst at koma aftur til heimabygdina, sum eisini er mín heimbygd. Og úr transistorljóðinum í útvarpinum livnaði Astrid uppaftur í mínum hugaheimi, við reyðari baskarabaret húgvu eins og ein annar generalur, stórliga bygd, við stórari majestetiskari nøs. Tað var nakað vakurt yvir henni, nú hon var á veg niðan eftir Leitið, niðan móti barndómsheimi mínum á Marknagili og síðan fram í Garðshorn, har hon hevði slitið sínar barnaskógvar og spælt í sama hyli sum eg, eini 34 ár áðrenn eg var borin í heim og sama hyli sum Magnus Heinason, knappliga 400 ár framman undan. Vit trý, Astrid, eg og Magnus Heinason eru vaksin upp á søguligari grund í túninum hjá Heina Havreka. Og kanska var maður hennara Kjartan við, nú kemur hann fram í minninum. Hesin í mínum dreingjaeygum yvirvaksni stilli gjáarmaðurin, sum eisini brendi seg fastan í mína tilvitsku. Tey vóru eitt bæriligt par.


Tað skal altíð vera dekningur fyri eini yvirskrift í eini grein, tað læra vit skrivandi og hví kalli eg ikki Astrid við navni, nú hon fær hesa seinastu heilsan? Søgan er hendan. Tað finnast einglar. Teir eru til, teir eru veruligir. Vaksna tilvitið kveistrar teir burtur. Børn snakka við teir og síggja teir ein og okkum onnur. Og viðhvørt gerast menniskju einglar,meðan tey enn eru á lívi sum menniskju. Tey eru mannaeinglar og Astrid var ein av teimum.


Og tíðin verður flutt aftur til fyrst í sekstiárunum í seinastu øld. Til gongina uppi á loftinum á Klaksvikar Sjúkrahúsið. Til eina lítla tremmusong úr køldum jarni, har tremmurnar vóru so høgar, at ein fýra ára gamal deyðasjúkur smádrongur ikki orkaði at lyfta seg upp um. Og tremmusongin stóð úti á gongini, tí ikki var pláss inni á sjúkrastovuni. Og frammanfyri hana var ein størri song og í henni lá ein elligamal fuglfirðingur, sum var spidalskur og hvørja ferð hann hostaði, stóð kavarokið um hann. Og í tremmusongini lá eg við menigittis, deyðsmerktur bangin og í ørviti í villum febri og lívið var ikki gott. Og mamma var bundin av trimum smábørnum eftir í Oyndarfirði og pápi var á havinum og eg var totalt einsamallur í hesum tremmukliva.


Dagar framman undan hvarv eg í børu niður í búkin á sjúkrabátinum “Medicus” og eg síggi lastalúkukarmin enn fyri mær í erva fara upp eftir ,meðan børan verður lorað niður og tekur í banjaran, tá ið ringir dreymar herja meg. Her angaði av deyða og øðrum lívi.


Undir vaðingini á sjúkrahúsinum snakkaði eg við einglar og áðrenn eg visti av tók ein eingil meg upp í føvningin og hon snakkaði akkurát sum tey í Oyndarfirði og hon var full av kærleika og hon kroysti meg inn at bleytu bringuni, ektað og nærverandi og óttin hvarv. Hon var hvít eins og hinir einglarnir við kappa á høvdinum og hon kallaðist Astrid. Og hon mussaði meg, tvætlaði, ruraði mær og gav mær umsorgan og lekti meg. Hon kom aftur og aftur og aftur nógvar ferðir um dagin og hon kom um kvøldið tá hon hevði frí og eg longdist, tá ið hon ikki var har. Eg komi ongantíð at gloyma hesa heilsan av himli, klædda í likam Astridar og eg eri rørdur við vátum eygum, nú eg skrivi hesar reglur.


Astrid var mín Florence Nigthingale og eg havi elskað hana síðani, eg geri tað framvegis, nú vit siga henni farvæl. Og hendan søgan er serlig og kanska ikki so serlig allíkavæl, tí tað eru so øgiliga nógv onnur, sum kenna seg aftur í hesi søguni, tá ið tey minnast Astrid í Garðshorni og hennara gerning fyri síni medmenniskju sum sjúkrasystur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eitt mannaminni. Kærleiki í verki er vist nokk tað einasta kristindómur snýr seg um.


Barnleys var hon og til einkis livdi hon avgjørt ikki og nú áðrenn punktum, fær hon eitt smíl frá mær við á ferðini, har hon er onkunstaðni langt úti í kosmos. Vit síggjast.