Flogskiparar um Stord: Sum at lenda á flogbera

Perlur: - Hetta fingu stjóri og landsstýrismaður at vita áðrenn vanlukkuna á Stord. Teir gjørdu onki. Nú hevur aftur ein flogskipari sagt seg úr starvi hjá Atlantsflog, og ein annar noktaði konuni, sum er flogterna, at flúgva uppá Stord. Vanlukkutúrin høvdu flogskipari og manning fingið serliga lítlan svøvn. Oyggjatíðindi 1. november 2006:


Nú hevur aftur ein flogskipari sagt upp hjá Atlantic! Orsøkin er, at viðurskiftini eru ikki sum tey eiga at vera, eingin álvari! Millum flogskipararnar er tað eisini hetta orðalagið: Tú, kanst tú ikki flúgva fyri meg í morgin?!


- Og tað kemst sjálvandi eisini av at Magni Arge er ikki førur fyri at stýra flogfelagnum tá ið veruliga á stendur, meta keldur í vinnuni.


Viðvíkjandi Stord, so hevur verið sagt frá bæði Bjarna Djurrholm og Magna Arge at teir hava ongar klagur fingið á nøkrum øki.


At lygnin er avdúka einaferð, vita øll. Nú er hon so aftur avdúkað. Tveir flogskiparar hava sent bæði Vinnumálaráðnum og Magna Arge brøv um Stord, at flogvøllurin er sum at lenda á einum flogbera (hangarskipi), og hvør lendur á hangarskipi við ferðafólkum!!! Og ein flogskipari, sum hevur flogternu til konu, noktaði konuni at flúgva uppá Stord, tí hann kendi umstøðurnar har.


Keldur vita eisini at siga, at siga, at pilotarnir sum flugu henda vanlukku- flúgvaran fingu ikki nógvan svøn kvøldi fyri sum vanlukkan hendi.


Teir vóru farnir til songar klokkan 01 og longu kl 03 vóru teir vakti at flúgva til Stord!


Kanska hava teir gloymt spoilararnar, tí teir vóru ikki so væl fyri, siga keldurnar, sum staðfesta, at spoilararnar krevja manuella hond.


Skaðanevndin í Noregi hevur staðfest, at spoilararnar vóru ikki uppi tá lent bleiv í Stord.


Tað er jú menniskajsligt at gloyma, og kanska serliga tá ið tú ikki hevur fingið rættan svøvn.


Hvussu sá skemaði hjá pilotunum út henda dagin? Sjálvandi kemur alt hetta fram nú tá ið alt verður kannað, men hesir upplýsingar eru so áhugaverdir, at vit hava sent stjóranum, Magna Arge, og landsstýrismanninunum, Bjarna Djurholm, ein fyrispurning um kritikkin, men teir hava báðir valt at tiga. Halt-kjaft-bommini til heilaga skaran av almennum og politiskum journalistum ornar rest. Men í hesari prosessini gloyma kalarnir, at føroyingar eru ikki býttir!