Fleiri tekin um methøga ferð á føroyska búskapinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast sjálvandi um, at tað er vøkstur og framgongd í føroyska samfelagnum, men tað er vandi í hvørjari vælferð, og Føroya Arbeiðsgevarafelag fer tí staðiliga at heita á landsins politikarar, um at síggja veruleikan í eyguni og taka atlit at nógvu ferðini á føroyska búskapinum, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 verður fyrireikað og lagt tilrættis.

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur seg ikki út í, hvussu útbyggingarnar av føroyska samfelag­num skulu raðfestast, hvat skal gerast og nær tað skal gerast, tað er ein politiskur spurningur, men tað ørkymlar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað ikki hómast nakað tekin um tálmandi fíggjar­politikk yvirhøvur, sum kundi fingið hákonjunkturin at vart longri.

Tað er serliga ørkymlandi, at komandi fíggjarlógaruppskot er fyri eitt valár, tá tað vanliga ikki verður hildið aftur í útreiðslunum, heldur tvørturímóti. 

Stóra framgongdin í ali- og uppisjóarvinnunum eiga sín leiklut í, at føroyski búskapurin kom seg so skjótt aftur, eftir búskaparligu afturgongdina, sum rakti botnin í 2009. Skjótt vaksandi útfltutinngsinntøkurnar frá hesum vinnum skaptu gróðrarbotnin fyri vøkstri í føroyska búskapinum, sum hevur verið í einum hákonjukturi seinastu seks árini.

Nú er føroyski búskapurin komin upp í eina ferð, sum vit ikki hava sæð síðan í seinnu helvt av 1980-árunum.

Fyrra hálvár í ár var vøksturin í lønargjaldingunum í byggi- og handverksframleiðsluvinnunum 16%. So ógvisligur vøkstur er ikki sæddur í hesum vinnum síðan 1986, tá lønarvøksturin í byggi- og handverksframleiðsluvinnunum var 18%.

Í byggivinnuni hava ongantíð fyrr verið so nógvir løntakarar sum 1. apríl í ár, tá ið tað vóru 2.239 løntakarar í byggivinnuni. Hetta svarar til 8,4% av samlaða løntakarartalinum í Føroyum, ið er á leið tað sama sum í 1988 og 1989, tá løntakaratalið í byggivinnuni var ávikavist 8,5% og 8,6% av øllum løntakarunum í Føroyum.

Soleiðis er støðan í einari tíð við stórari tilflyting, lítlari fráflyting og metstórum fólkatali.

Hóast búskaparliga ferðin hevur verið skjótt vaksandi hesi seinastu árini, so sæst einki tekin um nakran tálmandi fíggjarpolitikk yvirhøvur. Beint tvørturímóti. Ístaðin fyri at minka ferðina á búskaparliga virkseminum og leggja pengar av til verri tíðir, so hevur tað almenna sett enn meira ferð á virksemið undir búskaparliga hákonjunk­turinum seinastu árini.

Inntøkurnar hava floymt inn í kassarnar hjá landi og kommunum. Serliga forskattingin av pensjón­um og nógvu avgjøldini á ali- og uppisjóarvinnurnar, hava gjørt stóran mun í inntøku­num hjá landi og kommunum seinastu árini. Í fjør stóðu skattur og avgjøld frá alivinnuni einsamøll fyri næstan øllum avlopi­num hjá landskassanum.

Uttan forskattingina av pensjónunum og inntøkurnar frá avgjøldum á ali- og uppisjóar­vinnur­nar, so høvdu land og kommunur havt beinleiðis hall í sínum roknskapum hesi seinastu árini, og tað er beinleiðis ábyrgdarleyst, tí inntøkurnar frá ali- og uppisjóarvinnunum kunnu sveiggja nógv og vera rættiliga svikaligar.

At eldraøkið og útreiðslurnar av eldrarøktini var flutt kommununum, sæst ikki aftur í minni rakstrar­útreiðslum hjá landinum. Samlaði raksturin hjá landi­num verður hægri í ár enn í 2014, hóast rakstrarútreiðslurnar til eldrarøktina vóru fluttar kommunu­num 1. januar 2015. Um eldra­økið ikki varð flutt kommununum, so høvdu rakstrar­útreiðslur­nar hjá landi­­num verið meira enn hálva milliard krónur hægri í ár, saman­borið við 2014.   

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt eina samanteljing av øllum íløguvirkseminum, sum landið og kommunurnar beinleiðis ella óbeinleiðis standa aftanfyri. Saman­teljingin vísir, at almenna íløguvirksemið kemur at svara til næstan 2 mia. kr. í ár.

Samanteljingin fevnir um løgurnar í løgtingsfíggjarlógini, samlaðu íløguætlanirnar hjá kommunu­­­num, tunnilsfeløgini, kommunalum felagsskapum, Bústøð­um og líknandi, tó eru onnur almenn partafeløg, enn tunnilsfeløgini, har tað almenna eigur parta­peningin, ikki tald við í samanteljingini yvir almenna íløguvirksemið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at samanlagt fara tær stóru privatu og almennu íløgurnar at liggja um góðar 2,6 mia. kr. í ár. Tað almenna eigur sostatt nógv tann størsta partin av hesum íløgum. Heldur enn at halda aftur og minka ferðina, so er tað almenna við nógvari ferð í holt við at troka privata íløguvirksemið av vegnum. 
 
Les frágreiðing: Støðulýsing av føroyska búskapinum her: http://www.industry.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fFAG%2f2018%2fSt%c3%b8%c3%b0ul%c3%bdsing+av+f%c3%b8royska+b%c3%baskapinum+-+juli+2018+(002).pdf