Fleiri pengar til neyðhjálp

Játtanin til neyðhjálp er hækkað við 200.000 krónum, so hon í ár verður 500.000 krónur. Tað samtykti Løgtingið, tá ið triðja viðgerð av fíggjarlógini var fyri. Undanfarin ár hevur Uttanríkisráðið umsitið játtanina til neyðhjálp, men nýggja samgongan hevur gjørt av, at Heilsumálaráðið skal umsita játtanina til neyðhjálp framyvir.


-Stóð tað til mín, lótu vit enn meira í neyðhjálp, men sjálvsagt er tað ein kærkomin bati, at játtanin nú verður 500.000 krónur, eftir at hon hevur verið 300.000 krónur í nógv ár. Neyðhjálpin úr Føroyum er væl størri enn tað, tað almenna megnar at lata hvørt ár, tí vit eru so heppin at hava so virknar privatar felagsskapir, sum gera eitt risa arbeiðið at hjálpa neyðstøddum kring allan heim, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.


Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur brádliga raka úti í heimi. Hjálpin verður vanliga latin frammanundan gjøgnum sjálvbodnar hjálparfelagsskapir, sum t.d. Reyða Kross og altjóða stjórnarfelagsskapir, sum t.d. Heimsmatvørufelagsskapin undir Sameindu Tjóðum, World Food Programme. Játtanin verður eisini nýtt at svara áheitanum frá altjóða myndugleikum um t.d. at lata pening til at basa hungursneyð.


Árliga fer Heilsumálaráðið at fáa atgongd til upplýsingar um, hvussu peningurin er nýttur gjøgnum ársfrágreiðingar og roknskapir hjá felagsskapunum.