Er skúladepilin við Marknagil politiskt steðgaður?
Tað ørkymlar Tórshavnar kommunu, at kommunan ikki fær avgreitt skjótt tvey ára gomlu umsóknina frá Landsverk um byggiloyvi til skúladepilin, orsakað av at málið tykist vera steðgað upp hjá fleiri landsmyndugleikum og stovnum, sigur Tórshavnar kommuna í skrivi til Mentamálaráðið.
Í skrivinum verður gjørt status í sambandi við umsóknina frá Landsverk um byggiloyvi til skúladepilin í Marknagili. Hetta, tí at kommunan nú í longri tíð hevur bíðað eftir svari frá øðrum landsmyndugleikum, so sum Tilbúgvingarstovni Landsins, Búnaðarstovuni/Fiskimálaráðnum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Arbeiðseftirlitinum, har málsviðgerðin tykist vera steðgað upp.
Hinvegin hevur kommunan avgreitt alt tað hon kann avgreiða í sambandi við málið, herundir at gera og fáa góðkent serstaka byggisamtykt fyri økið, eins og tær kommunalu treytirnar í samband við byggiloyvi eisini eru liðugt viðgjørdar.
Kommunan hevur tó ikki loyvi at útskriva byggiloyvið, so leingi sum nevndu landsmyndugleikar og landsstovnar ikki hava sent kommununi sínar viðmerkingar og treytir í sambandi við byggiloyvi, soleiðis sum ásett er í kunngerð.
Kommunan fær ongi viðmæli
Í skrivinum til Mentamálaráðið greiðir kommunan frá gongdini í málinum. Málið byrjaði í mars 2010 og fyrsta veruliga projekttilfarið tók kommunan ímóti tann 28. mai 2010.
Serstøk byggisamtykt fyri økið er gjørd av kommununi í samráð við Landsverk og ráðgevararnar fyri skúladepilin, og tann 15. juli 2011 boðaði Innlendismálaráðið frá, at uppskotið hjá kommununi um serstaka byggisamtykt fyri økið við Marknagil, har skúladepulin skal byggjast, er góðkent.
Kunngerð um kommunala byggimálsviðgerð ásetir, at kommunustýri kunnu ikki geva byggiloyvi ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at tað sum søkt verður um, eisini kann góðkennast av øðrum myndugleikum, ið sambært aðrari lóggávu hava heimild at seta krøv til byggingar.
Kommunan hevur sent málið til aðrar myndugleikar, t.d. Brunaumsjónina, sum nú eitur Tilbúgvingarstovnur Føroya fyri hálvum øðrum árið síðani, at viðgera brunatekniska partin, og til Arbeiðseftirlitið og til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna fyri skjótt fimm mánaðum síðani. Men kommunan hevur ikki fingið viðmæli frá nøkrum av nevndu myndugleikum. Arbeiðseftirlitið hevur við skrivi dagfest 18. okt. 2011 boðað kommununi frá, at teir kunnu ikki viðgera málið fyrr enn í komandi ári vegna ov lítla arbeiðsorku.
Kunngerð og makaskifti bíðar
Kommunan viðgerð málið og tað mesta er komið upp á pláss. Uttanumøki, atkoma, vegir, parkering o.a. er ásett í serstøku byggisamtyktini so tað er í lagi. Bygningurin er, hvat viðvíkur stødd, skapi, innrætting, atkomuviðurskiftum o.a. eisini í lagi, og harafturat hevur byggiharrin fingið at vita, at kommunan kann góðtaka, at statiskar útrokningar verða sendar kommununi eftir at byggiloyvi er útskrivað, men áðrenn arbeiðið verður byrjað.
Ein trupuleiki hevur verið, at byggingin ikki er í tráð við ásetingar um atkomuviðurskifti. Innlendismálaráið er av umsøkjaranum biðið um at fáa kunngerðina broytta, men Tórshavnar kommuna hevur fingið upplýst frá Innlendismálaráðnum, at kunngerðin ikki er broytt enn.
Fyri at kunna byggja eftir ásetingunum í serstøku byggisamtyktini, er neyðugt við meira lendi enn tað, sum umsøkjarin í dag eigur, soleiðis at ásetingarnar um byggistig og nettonýtslustig kunnu yvirhaldast. Kommunan hevur fyri langari tíð síðani boðað frá, at kommunan fegin vil vera við til at loysa lendistørvin, og hevur á fundi við Mentamálaráðið og Búnarstovuna avtalað leistin fyri, hvussu hetta skal gerast.
Henda ætlanin er at rokna tað økið við, sum kommununan eigur norðanfyri, har sum vatnbrunnurin er, og at leggja hetta økið sum frílendi til skúlan, ella um neyðugt at selja landinum hetta lendið. Harafturat eru nakrar smærri reguleringar av markinum eystanfyri og sunnanfyri.
Uppskot er gjørt um makaskifti og liggur hetta málið nú hjá Fiskimálaráðnum, og hevur ligið har í nakrar mánaðir.
Grundgeving kann ikki góðkennast
Málið um brunamálsviðgerð varð sent Tilbúgvingarstovni Landsins 1. juni 2010, soleiðis sum ásett í brunalógini. Nakað av samskifti hevur verið um málið, men enn er onki svar komið frá Tilbúgvingarstovninum um, hvørjar treytir teir seta í samband við byggiloyvi.
Málið um krøv sambært arbeiðsumhvørvislógini varð sent Arbeiðseftirlitinum hin 1. juli 2011. Hin 18. okt. 2011 svarar Arbeiðseftirlitið, at teir kunnu ikki viðgera málið fyrr enn í komandi ári, vegna ov lítla arbeiðsorku. Hetta er ikki ein grundgeving, sum Tórshavnar kommuna sum byggimyndugleiki kann góðkenna, og heldur ikki ein grundgeving, sum eitt nú Løgtingsins umboðsmaður í øðrum málum hevur góðtikið.
Henda trupuleika má avvarðandi aðalráð og leiðsla stovnsins tí beinanvegin loysa.
Kommunan ynskir málið avgreitt
Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, siga at enda í brævinum til Mentamálaráðið, at Tórshavnar kommuna ynskir at avgreiða málið og útskriva byggiloyvi skjótast til ber, men kommunan hevur ikki lógarheimild at útskriva byggiloyvið, fyrr enn nevndu landsstovnar hava avgreitt síni viðurskifti í samband við hetta byggimálið.
Hetta málið vísir greitt, at kommunalu byggimyndugleikunum tørvar eina heimild at áleggja øðrum myndugleikum – eisini landsmyndugleikum - svarfreistir í samband við mál, sum verða send til ummælis, á sama hátt sum landsmyndugleikar hava heimild at gera mótvegis kommunalum byggimyndugleikum.
Heitt verður tí á Mentamálaráðið at taka neyðug stig til at samskipa og avgreiða viðgerðina hjá øllum teimum landsmyndugleikum og stovnum, sum ikki enn hava avgreitt síni viðurskifti í málinum.