Fleiri handtøkur í rán- og rúsevnamáli

Fleiri handtøkur og framstillingar í grundlógaravhoyring í rán- og rúsevnamáli.
 
Føroya Politi hevur handtikið 4 mans, sum eru ávikavist 23, 24, 28 og 46 ára gamlir. Handtøkurnar eru framdar í Føroyum og í Danmark.

Teir ertu allir skuldsettir fyri brot á revsilógina viðv. smugling av rúsevnum og viðv. ráni móti einum persóni í Føroyum.
 
Teir vórðu allir framstillaðir í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár, fríggjadagin hin 22. januar 2021.
 
Við atliti til avgerð í Føroya Rætti, og víðari kanningararbeiði, ber fyribils ikki til at kunna meira um málið.