Fleiri evni á Vinnudegnum Tá ið kreppur raka og talgilda framtíðin

Samrøða verður við Martin Tvede Zachariasen um talgildu framtíðina og fyrilestur við Ingu Hlín Pálsdóttir um handfaringina av ymsum kreppum í Íslandi seinastu árini 

Martin Tvede Zachariasen er uppvaksin í Føroyum. Eftir lestur á Fróðskaparsetrinum fór hann til Keypmannahavnar at lesa víðari. Hann er PhD og doktari í teldufrøði frá universitetinum í Keypmannahavn. Seinastu mongu árini hevur Martin havt leiðandi størv í universitetsheiminum, m.a. hevur hann verið dekanur á náttúruvísindadeildini á Syddansk Universitet og deildarleiðari á deildini fyri teldufrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Í januar 2019 gjørdist hann rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn. Talgild útbúgving av tí komandi ættarliðnum er eitt hjartamál, eins væl og orðaskifti um avleiðingarnar av at brúka talgilda tøkni í samfelagnum. 

Tað verður Brynhild Thomsen, journalistur, sum hevur samrøðu við Martin Tvede Zachariasen á Vinnudegnum við heitinum ’Hvussu brynja vit okkum til talgildu framtíðina?’ 

Inga Hlín Pálsdóttir var í eitt tíggjuáraskeið ein innbygdur partur av brandingini og stimbranini av Íslandi úteftir. Hon hevur staðið á odda fyri væleydnaðum broytinginum í brandingini av Íslandi sum stað og ferðamál, bæði í kreppu- og vakstrartíðum. Í 2006 – 2009 arbeiddi hon við brandingini av Íslandi á íslendska uttanríkisráðnum. Frá 2010 – 2019 var hon stjóri á Visit Iceland, sum er partur av Promote Iceland. Visit Iceland hevði til uppgávu at marknaðarføra Ísland sum ferðamál og arbeiddi undir brandinum ‘Inspired by Iceland’. Inga Hlín hevur verið partur av fleiri væleydnaðum átøkum, og síðani 2020 hevur hon ráðgivið støðum og ferðamálum í strategi, branding, heildarmarknaðarføring og kreppusamskifti.  

Á Vinnudegnum 2021 hevur Inga Hlín Pálsdóttir ein fyrilestur undir heitinum ‘Iceland in Times of Crisis - Cooperation, communication & leadership’.

 

Skrá - Vinnudagurin 2021