Flatur skattur økir mismunin

SAMTAK: Verður ein flatskattaskipan sett í verk í Føroyum fer hetta at økja stórliga um munin millum tey við góðum og minnið góðum inntøkum. Yvir tíð fer hetta at gera, at munurin millum rík og fátæk gerst ovurhonds stórur og hevur hetta sera neiliga ávirkan á samanhangsmegina, og Føroyar gerast eitt grundleggjandi øðrvísi samfelag


Í Føroyum eru vit heppin, tí vit búgva í einum landi, har munurin ímillum rík og fátæk, ella arbeiðaran, fiskimannin, starvsmannin og stjóran ikki er so ovurhonds stórur, eins og tað er í nógvum øðrum londum. Hetta vísir kanning, sum hagstovan hevur gjørt um fátækraváða eisini heilt greitt.


Lønarmunur er sjálvsagt, og menningin serliga eftir kreppuna í 1990’unum hevur verið, at lønarmunurin økist í hvørjum - bæði í prosentum, men serliga í krónum og oyrum.


Ein flatskattaskipan fer at økja enn meir um munin á fólki, og yvir tíð er hugsandi, at vit fáa eitt stættasamfelag, sum vit kenna tað frá teimum londum, sum hava hesar skipanir. Dømi um hetta eru Baltalondini, Makedónia, Ukraina og Ungarn, bara fyri at nevna nøkur.


Lond, sum vit vilja sammeta okkum við, hava øll lutfallshækkandi skattaskipan, og hetta er ikki av tilvild. Tað er sera skaðiligt fyri eitt samfelag, at inntøkumunurin millum fólk gerst ovurhonds stórur – hetta er ferð eftir ferð vísindaliga prógvað av búskaparfrøðingum.


Tað er ikki líkamikið, hvussu skattaskipanin er samansett. Meginreglurnar handan skattaskipanina hava sera stóran týdning fyri teir ymisku lønarbólkarnar. Til ber at hava skattaskipanir sum javna út og sum tekur hædd fyri, at øll ikki hava eins góða inntøku. Ein tílík skattaskipan er lutfallshækkandi (progressiv).


Samtak mælir staðiliga frá, at skattaskipanin verður broytt frá at vera lutfallshækkandi til at vera ein flatskattaskipan. Samtak heldur tó, at skatturin eigur at lækkast, men skil má verða á. At skattatrýstið er so stórt í dag kemst av, at kommunuskatturin er so nógv hækkaður seinastu árini.


Flatskattaskipan hevur við sær, at millióningarnir í Føroyum fáa stórar skattalættar meðan meinigi arbeiðsmaðurin, fiskimaðurin, starvsmaðurin og sjúkrarøktarfrøðingurin ikki fáa nakað serligt burturúr. Er tann flati skatturin 40% við einum botnfrádrátti á 70.000 kr fær persónur sum forvinnur 1 mió kr um árið góðar 10.000 kr um mánaðin í skattalætta, meðan ein arbeiðsmaður, sum forvinnur 235.000 kr um árið fær knappar 500 kr um mánaðin í skattalætta. Forvinnur tú 330.000 kr um árið er skattalættin góðar 1500 kr um mánaðin.


Ístaðin fyri at fara til flatskattaskipan, sum økir um munin á fólki, skuldi politiska landslagið heldur lagt seg eftir at bøta um verandi skattaskipan, harundir at lækka kommunuskattin.