Flaggdagsrenningin: Elsta og besta kapprenning í landinum!

- Bragdið hevur gjørt eitt so einastandandi arbeiði síðan 1987, at var hetta ikki flaggdagur frammanundan, skuldi tað blivið tað, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti flaggdagsrenningina í dag!


Aftur í ár skipaði Bragdið fyri Flaggdagsrenningini, eins og gjørt hevur verið so trúliga øll árini síðani 1987, tá felagið eisini var endurstovnað. Tað er borgarstjórin, ið setti renningina í gongd. Hann segði m.a.:


- Bragdið hevur gjørt eitt so einastandandi arbeiði øll hesi árini, at var hetta ikki flaggdagur frammanundan, skuldi tað blivið tað!


- Flaggdagsrenningin er elsta kapprenning, vit hava her á landi við uppmáldari rutu, tíðartøku og øllum, sum hoyrir til.


- Flaggdagsrenningin savnar nógvar rennarar í Havnargøtum, men ikki bara tað, tí her eru eisini nógvir áskoðarar, ið vilja fylgja við og síggja, hvussu leikur fer.


- Saman við virkseminum hjá Bragdinum annars, ivist eg onga løtu í, at júst henda kapping hevur skundað undir fleiri at fara at renna.


- Renning er ein náttúrligur partur av gerandislívinum hjá alt fleiri føroyingum, og eg veit, at fleiri næstan vedda sínamillum, um tey munnu fara at vera klár til júst hesa kappingina, sum er í dag.


- Hóast hvør í sínum lagi hevur persónlig mál, so eiga vit øll eitt til felags, at vit renna, tí vit halda tað vera stuttligt, og tí tað er bæði heilsugott og gagnligt fyri okkum.


- Sum fyrrverandi formaður í Havnar Róðrarfelag fegnist eg eisini um, at vit í dag síggja kappróðrarbátar á renniteininum, sum markering av, at róðrarfelagið fyllir 80 í ár.


- Tað er altíð stuttligt, tá ítróttargreinar taka saman hendur og hjálpast at, og tað er altíð gott, tá vit kunnu gleðast saman við hvørjum øðrum.


- Sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum fegnist eg um tað stóra arbeiði, sum enn eina ferð er lagt í renningina og tiltakið, og eg ynski tykkum øllum allarbestu eydnu.


- Nú fari eg at telja niður, men áðrenn eg geri tað, vil eg nýta høvið til at ynskja øllum ein góðan rennitúr – bæði, um tit kappast ímóti øðrum ella bara tykkum sjálvum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann sendi rennararnar avstað.