Flaggdagshald í Reykjavík 2019

Sendistova Føroya í Reykjavík skipar fyri sínum árliga flaggdagshaldi hísdagin á listasavninum Kjarvalsstaðir í Reykjavík.

Í sambandi við at Merkið fyllir 100 ár, varð serligur dámur settur á tiltakið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, flutti fram røðu. Bodnir vórðu føroyskir brellbitar og drykkjuvørur. Evi Tausen saman við Marner av Lofti tók sær av tónleikinum.

Petur Olivar í Hoyvík, Atli Johansen, Jón Nónklett og Ludvig við Stein skipaðu fyri føroyskum dansi. Harumframt varð burturlutað ferð fyri tvey til Føroya við gisting, skrivaði Sendistova Føroya í Reykjavík í tíðindaskrivi flaggdagin

 (Mynd. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, flutti fram flaggdagsrøðuna í Reykjavík)