Fjúrtan túsund royndu skoytubreytina

Í dag, mánadagin 4. februar, verður skoytubreytin tikin niður. 14.000 fólk hava roynt ísvøllin hesar báðar mánaðirnar, hann hevur verið opin.


Skoytubreytin hevur aftur henda veturin verið ein savningardepil í býnum. Undanfarnu vetrarnar hevur skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu verið á parkeringsplássinum á Skálatrøð. Henda veturin hevur hon verið á parkeringsøkinum í Gamla kommunuskúlagarðinum millum býráðshúsið og býráðssalin, har hon hevur sett sín greiða dám á miðbýin.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um góðu undirtøkuna, men enn er ikki vist, hvar skoytubreytin verður, tá hon letur uppaftur.


- Tað er ein politisk avgerð. Hóast vøllurin var munandi minni hesaferð enn hinar vetrarnar, so var hetta ein væleydnað roynd at fáa lív í miðbýin. Vit fara nú at eftirmeta hesa royndina, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


Ísvøllurin, sum lat upp tann 1. desember, lat aftur nakrar dagar í jólamánaðinum, tá áhugin annars var størstur at brúka hann, tí tekniskt brek var.