Ódnin "Dagmar", sum herjaði á okkara leiðum á jólum, gav eisini norðmonnum nógv høvuðbrýggj.
Ongantíð áður hevur ein ódn elvt til so nógvar trupulleikar á eløkinum har yviri, sum "Dagmar" gjørdi.
Ikki færri enn 1,3 mió. fólk - ella fjórðihvør norðmaður - mistu streymin undir ódnarveðrinum.
Tað vísir ein frágreðing, sum Norges vassdrags- og energidirektorat (NVE), almannkunnger í dag, skrivar heimasíðan hjá norska kringvarpinum NRK.
Lógu í streymloysi í upp til 5 dagar
Samstundis verður upplýst, at tey allarflestu fingu streymin aftur, áðrenn eitt samdøgur var farið.
Tó vóru 65.000 fólk uttan streym í ein til tveir dagar, og stívliga 3.000 fólk høvdu ongan streym í tríggjar til fimm dagar.
Ikki færri enn 2.700 kaðal- og linjumenn hjá ymisku netfeløgunum kring landið arbeiddu jóladagarnar við at fáa streymin aftur.
NVE er nú farið undir at kanna, hvat ið gerast kann til tess at forða fyri, at ein nýggj ódn ikki ger líka stóran skaða sum "Dagmar".
M.a. er ætlanin at rudda skógarøki burtur framvið ellinjunum. Somuleiðis er ætlanin at framskunda arbeiðið við at kaðalleggja ellinjur undir jørð.
Kelda: www.sev.fo