Fjøltáttað trivnaðarøki í Prestlág!

Nú er aftur eitt øki til útifimi latið upp í Havn.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, tá hann lat økið upp seinnapartin, at í sambandi við útstykkingarnar á Frælsinum og har um vegir í seksti- og sjeytiárunum, kom fram eitt ynski um eitt fríøki við trøum. Tórshavnar kommuna, sum eigur matrikul 1037a, lat økið skógarfriða í 1974. Samlaða økisvíddin er 11.400 m².


Økið er síðani vaksið við trøum og runnum og eisini er gamal bøur í lendinum. Tað liggur væl í lívd fyri vesturættunum og ein gongugøta er gjøgnum økið, har íbúgvarnir í ibúðarøkjunum vestanfyri Frælsið og harumvegir stytta sær leið heim í býin.


Sum sæst so er nakað berligt eystureftir. Trøini sum stóðu her duttu niður í vetraródnini í november í fjør, tá nógvi vindurin gjørdi stóran skaða á gomlu trøini í býnum. Trøini eru nú ruddað burtur, har er nú væl dýbdarvelt og skógfriðingarnevndin fer at gróðurseta aftur.


Tá trøini vórðu tikin burtur komst fram á leivdir av Stóragarði, og er ætlan at laða hann upp aftur.


Hetta økið er í dag ein partur av tí arbeiði, kommunan setti út í kortið á vælveruøkinum. Tann avbera vælumtókta rennibreytin er partur av hesum arbeiði, mongu gøturnar gjøgnum okkara grønu fríøki eru partur av sama arbeiði.


Í fjør lat fyrsta vælveruøki av hesum slag upp á Glaðsheyggi í eysturbýnum, sum er nógv brúkt av borgarum. Nú er hetta økið í vesturbýnum liðugt – og longu mánadagin fara vit í holt við at gera eitt øki í Nólsoy.


Talan er í veruleikanum um fleiri heilt serlig og fjøltáttað trivnaðarøki í býnum til allar aldursbólkar, har bæði børn, vaksin og eldri kunnu spæla og venja í tryggum og hugnaligum umhvørvi.


Mong brúka økini til sosiala samveru, fyri at hittast til eitt prát, og samstundis njóta løtuna í hugnaligum umhvørvi. Og hetta góða umhvørvi eiga vit her.


Endamálið er sjálvandi at fremja heilsugóðan livihátt við at fáa so mong sum møguligt at røra seg meira í gerandisdegnum, eins og at fyribyrgja sonevndum vælferðarsjúkum.


Nøkur av hesum amboðum til rørslu- og strekkvenjingar eru serliga væl egnað til vaksin og eldri. Um fortreytirnar fyri motión og javnvágrørslum eru góðar, so gongur yrkadagurin eisini lættari og styrkir øll at klára seg sjálvi sum longst.


Hetta nýggja vælveruøkið her í Prestlág, ella úti í Grið, sum mong kalla staðið er. Staðið er góðkent av Skógfriðingarnevndini, sum samstundis hevur tryggjað, at vit á ongan hátt gera okkum inn á vøkru náttúruna og vøksturin í økinum.


Hesin bletturin í viðarlundini er ógvuliga lætt atgongdur hjá mongum; stutt er hiðani til fleiri p-øki, bussleiðin steðgar beint við, gonguteigur er beint hjá, og stutt leið er hjá mongu stovnunum í grannalagnum (t.d. Skúlin á Trøðni, Læraraskúlin, Fróðskaparsetrið o.fl.) at brúka útgerðina.


Haraftrat er plássið knýtt í gøtuskipanina í viðarlundini við gøtu, sum heldur krøvini til atkomuleika fyri rørslutarnað, barnavognar v.m.


Tilrigging, planering og drening er skipað í samráð við skógfriðingarmyndugleikan.


Grevstur, drening og planering hevur felagið Maskinkoyring staðið fyri og tólini eru keypt frá felagnum Innspark, sum eisini hevur sett tey upp.


Alt er gjørt við góðari hjálp frá lendisrøktarunum hjá Skógrøkt Landsins í samráð við Lendideildina hjá kommununi.


Nú plássið letur alment upp, so vil eg takka dansigentunum úr sangleikinum “Kennir tú Margar” fyri gott undirhald. Øll eru vælkomin at fáa sær kaffi og køkur, og at royna venjingartólini.


Eg fari at enda við enn einaferð at takka teimum, sum hava staðið fyri arbeiðnum, segði Heðin Mortensen at enda, tá hann lat økið upp fyri almenninginum.


Kelda: www.torshavn.fo