Fjølmiðlum til kunningar

….. samráðingarnar við donsku stjórnina um dagførda ríkisveiting hava verið og verða ikki endurtiknar!


Tvær ásetingar vóru í samgonguskjalinum viðvvíkjandi ríkisveitingini. Hin fyrra, um samráðingar við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði, varð eftir ynski sambandsins ( hetta var áðrenn nýggju tónar teirra á ríkisrættarliga økinum ). Hin seinna var at mótrokna økingina við 15 % av vanligu meirinntøkum landskassans.


Aftur sum av torvheiðum.


Løgmaður og fíggjarmálaráðharrin komu aftur av samráðingarferð í Danmark sum av torvheiðum. Eftir heimkomuna høvdu vit fýra floksformenn í samgonguflokkunum fund um støðuna. Á fundinum var, til gleði fyri mong, full semja um at taka úrslitið til eftirtektar og ikki at fara aftur til samráðingar, hvørki tá ella seinni. Tað sum eftir stendur er seinna ásetingin í samgonguskjalinum, mótrokningin, og skuldu ikki verið mong bein í at fullført hana.


Dagskráin í Igaliku.


So til tey fjølmiðlafólk sum so altrá spyrja eftir næstu samráðingum um dagføring av ríkisveitingini, er at siga, at tann samráðingin hevur verið og verður ikki roynd aftur!


So tá ríkisleiðararnir sessast í vøkru grønlendsku bygdini Igaliku, verða tað onnur mál, sum fara at mynda dagskrá teirra.


Jenis av Rana


Formaður Miðfloksins


Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.