Fjølmiðlanevndin gevur Kringvarpinum kjaftfisk

Í samband við sendingina Brandfellurnar og og í samband við eftirfylgjandi innsløg í ”Degi og Viku” hevur Miðlanevndin staðfest, at Kringvarpið hevur ikki fylgt reglunum um góðan fjølmiðlasið.


Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 18. desember 2012.


Sambært § 43 í fjølmiðlaábyrgdarlógini tekur Fjølmiðlanevndin avgerð í málum, ið viðvíkja:


1) brot á góðan fjølmiðlasið, og


2) rættinum til at svara aftur, undir hesum skylduna til at almannakunngera eitt aftursvar, og spurningum um innihald, snið og staðseting.


Fjølmiðlanevndin hevur í viðgerðini nýtt Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið, dagfest 14. mai 2008. Fjølmiðlanevndin hevur í viðgerð síni av málinum ikki tikið dagar ímillum, hvørt vindeyguni stóðu í útluftningstøðu ella hvørt vindeyguni stóðu í barnasikring, undir eldsbrunanum. Hetta verður ført sum prógv fyri, at børnini ongantíð høvdu roynt at komið sær út ígjøgnum vindeygað.


Heldur ikki hevur Fjølmiðlanevndin í viðgerðini tikið dagar ímillum, hvørt borgarstjórin í TK segði ósatt í skrivi til Tilbúgvingarstovn Føroya um vindeyguni á tekningunum frá 2003, ið vóru latnar TK í sambandi við umsókn um byggiloyvi til sethúsini á Ravnsoyargøtu.** Hinvegin hevur Fjølmiðlanevndin í viðgerðini av kæruni mett um:


• fortreytirnar hjá KVF fyri sendingini,


• hvørt KVF hevur lýst øll viðkomandi sjónarmið,


• og hvørt KVF í sambandi við sendingina ”Brandfellurnar” tann 7. mai 2012 og í eftirfylgjandi innsløgum í ”Degi og Viku”, seinast 22. juni 2012, hevur hildið seg til góðan fjølmiðlasið.


Aðalmálið við fjølmiðlasiðinum er at verja rættin hjá einstaklinginum og at verja rættin hjá fjøldini at verða kunnað.


Sambært pkt. 1.2 í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, eiga fjølmiðlar at bera tíðindi, upplýsa, kunna, íbirta orðaskifti og at viðgera samfelagslig mál kritiskt. Fjølmiðlar hava tí serstaka ábyrgd av, at øll viðkomandi sjónarmið verða lýst.


Fjølmiðlanevndin metir, at evnið í sendingini “Brandfellurnar” um brunatrygd í sethúsunum og hvør hevur ábyrgdina av hesari, er av stórum almennum áhuga og er sera viðkomandi fyri almenningin at fáa lýst.


Í sendingini “Brandfellurnar” metir Fjølmiðlanevndin, at KVF, út frá tí journalistiska vinkli, ið sendingin hevði, hevur tryggjað sær, at brunateknisku viðurskiftini rundan um eldsbrunan á Ravnsoyargøtu eru væl lýst. Keldur KVF’s vóru táverandi stjórin fyri Brunaumsjón Landsins, nú Tilbúgvingarstovni Føroya, sum sjálvur gjørdi brunatekniskar kanningar eftir eldsbrunan á Ravnsoyargøtu, brunatekniskur løgreglumaður, ið gjørdi brunatekniskar kanningar á staðnum og frágreiðing frá donskum brunaserfrøðingi frá Dansk Brand- og Sikringstekniskt Institut, ið eisini kannaði eldsbrunan á Ravnsoyargøtu. Harumframt hevði KVF samrøðu við vitnið, ið kom á staðið.


KVF hevur við hesum heimildum tryggjað sær, at sjónarmiðið um, at orsøkin til vanlukkuna á Ravnsoyargøtu var, at bjargingaropið var ov lítið, kundi metast væl undirbygt av fakfólki og kundi KVF tí sum útgangsstøði ikki metast at hava orsøk at ivast í hesi fakligheitini. KVF kann sambært pkt. 3.2. í leiðreglunum metast at hava verið vandin í valinum av heimildum og við at hava havt fleiri heimildir, eisini hevur eftirkannað, at upplýsingar frá heimildunum samsvaraðu hvør við aðra.


Sambært pkt. 1.4 í leiðreglunum eiga fjølmiðlar at verja einstaklingar og bólkar fyri órætti frá almennum myndugleikum og stovnum, fyritøkum og øðrum felagsskapum. Og sambært pkt. 1.5 hava fjølmiðlar rætt og skyldu at kunna um tað, ið hendir í samfelagnum og at avdúka ivasom viðurskifti.


Við sendingini “Brandfellurnar” tykist KVF royna at verja einstaklingar, við at varpa ljós á ónøktandi byggimálsviðgerð hjá einum almennum myndugleika, í hesum føri TK. Og í viðgerðini av vantandi brunatrygdini og manglandi ábyrgdini, velur KVF so at undirbyggja uppáhaldið í sendingini, við konkreta døminum um eldsbrunan á Ravnsoyargøtu.


At undirbyggja uppáhaldið í sendingini um vantandi brunatrygd í TK við konkreta døminum um vanlukkuna á Ravnsoyargøtu, har ónøktandi byggimálsviðgerð hjá TK, verður løgd undir at vera beinleiðis atvoldin til vanlukkuna, metir Fjølmiðlanevndin ikki at vera í tráð við pkt. 4.1 í leiðreglunum um sakligt og umhugsað innihald og framløgu.


Tá ið nú KVF velur at varpa ljós á júst orsøkina til syrgiligu vanlukkuna á Ravnsoyargøtu, so er tað meting nevndarinnar, at KVF, sambært pkt. 1.2 í leiðreglunum, eigur at tryggja at øll viðkomandi sjónarmið verða lýst. Fjølmiðlanevndin metir, at lýsingin av orsøkini til vanlukkuna er einsíðug og átti viðgerðin av orsøkini til vanlukkuna á Ravnsoyargøtu tí at umrøtt onnur “brunafyribyrgingartiltøk”, ið eins møguliga kundu havt fyribyrgt syrgiligu vanlukkuna.


At KVF metir seg at kunna prógva, at eitt nú ónøktandi byggimálsviðgerð hjá TK, er orsøkin til vanlukkuna á Ravnsoyargøtu, kann tykjast at vera ein góð fjølmiðlasøga, men Fjølmiðlanevndin metir, at hesin vinkulin í sendingini “Brandfellurnar”, ið annars viðgerð eitt áhugavert og alment viðkomandi evnið, er at meta sum ósakligur og óvirðiligur, bæði fyri avvarðandi, TK og onnur fyri málið viðkomandi.


Í mun til pkt. 1.2, at fjølmiðlar hava ábyrgd at lýsa øll viðkomandi sjónarmið, so metir Fjølmiðlanevndin, at hóast TK, beint áðrenn sendingin varð víst, kemur við rættleiðingum og hóast TK hevur verið vitandi um innihaldið í sendingini væl framman undan, so eigur atlitið til at bera tíðindi og at upplýsa hyggjaran at viga tyngri. Fjølmiðlanevndin metir sostatt, at KVF til seinast í sendingini ella í minsta lagi í eftirfylgjandi viðgerðini av málinum, átti at kunna hyggjaran um tey viðurskifti, ið TK vísti á, bæði áðrenn og eftir, at sendingin varð send, og hetta hóast borgarstjórin í TK ikki ynskti at gera samrøðu við KVF um brunatrygdarmálið annars.


Sambært pkt. 4.13, so eigur orðaskifti, atfinningar og tíðindaflutningur ikki at verða forðað av, at partar ikki vilja bera fram hugsan sína ella luttaka í orðaskifti, og sambært pkt. 4.14 eiga, tey, ið standa fyri skotum, skjótast til ber, at sleppa at svara, um ikki álop og atfinningar eru partur av einum framhaldandi orðaskifti. Fjølmiðlanevndin metir, at TK hevði sakliga grund, til at bera seg undan at viðgera ítøkiliga málið um eldsbrunan á Ravnsoyargøtu.


Í mun til eftirfylgjandi viðgerðina í innsløgum í ”Degi og Viku”, ið eru at meta sum framhaldandi viðgerð av sama máli, so ber henda viðgerðin brá av, at málið, sum í sínum uppruna snúði seg um brunatrygd, er farið av kós.


Sum áður nevnt metir Fjølmiðlanevndin tað ikki vera etiskt rætt, at so viðkvæmt mál verður drigið upp í brunatrygdina á sethúsamarknaðinum í TK og gerst hetta enn meira óvirðiligt fyri allar partar, at hetta viðkvæma og syrgiliga málið, harafturat verður tengt at stríðið millum ávísar persónar.


Sambært pkt. 4.6. eigur at verða hugsað um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd. Og fyrilit eigur at verða tikið fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu. Sum málið er lýst í sendingini “Brandfellurnar” og eftirfylgjandi innsløgum í ”Degi og Viku”, er talan í hesum førum, umframt vanlukku, eisini um “brotsmál”.


Verða innsløgini í ”Degi og Viku” hinvegin ikki at meta sum framhaldandi viðgerð av sama máli, er ivasamt í hvønn mun hesi kunnu metast at vera í andsøgn við góðan fjølmiðlasið.


Í mun til hendingina á Vaglinum 22. juni 2012, so metir Fjølmiðlanevndin ikki, at innslagið í ”Degi og Viku”, har upptøkur eftir, at formliga samrøðan var liðug, vórðu vístar, var neyðugt til tess at lýsa málið um brunatrygd í TK og var innslagið einans við til, at draga alla viðgerðina av hesum syrgiliga málið á eitt enn lægri støði.


Avgerð


Fjølmiðlanevndin gevur kæraranum viðhald í, at Kringvarp Føroya, í samband við sendingina “Brandfellurnar” og í samband við eftirfylgjandi innsløg í ”Degi og Viku” ikki hevur fylgt reglunum um góðan fjølmiðlasið.