Fjølmentur fundur um handilsgreiningina

Útivið hálvthundrað fólk møttu til kunningarfundin, sum kommunan og handilsfelagið skipaðu fyri um dagførdu handilsgreiningina, sum danska fyritøkan ICP júst hevur gjørt í samstarvi við Eyðfinn Reyðberg, ráðgeva.


Kunningarfundurin var í býráðshøllini hóskvøldið 10. november 2011 klokkan 18:00, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, beyð vælkomið og greiddi stutt frá arbeiðnum og endamálinum við handilsgreiningini.


Borgarstjórin kunnaði um, at hendan greiningin verður gjørd fyri at kanna tørvin á lendi til handlar í miðbýnum og býnum annars tey komandi árini, nú ein hugskotskapping um miðbýin verður gjørd.


Magnus Arge, formaður í Klaksvíkar Handilsfelag, takkaði vegna felagið fyri góðu uppmøtingina til fundin og fegnaðist um ta positivu gongd í handilslívinum í býnum, sum henda handilsgreining staðfestir.


Síðani fekk Eyðfinn Reyðberg, ráðgevi, orðið til ein framløgu av høvuðsúrslitnum í greiningini, og aftan á tað fingu fólk høvi at seta spurningar og skifta orð um viðurskifti og møguleikar.


Eitt vet færri handlar men nógv størri vídd


Frá 2005, sum var beint áðrenn Norðoyatunnilin lat upp fyri almennari ferðslu, og til 2011 er talið av handlum í Klaksvík minkað eitt vet – úr 62 niður í 55 handlar. Talið av handlum, sum hava latið aftur, er nakað størri enn hetta, men samstundis hava aðrir, nýggir handlar latið upp, eitt nú í handilsøkinum Klingrugarður, sum liggur tætt við munnan í Norðoyatunlinum.


Samstundis er tað áhugaverda hent, at samlaða víddin av handilshølum er økt munandi síðani 2005. Tann einstaki handilin er sostatt í miðal blivin størri.


Søluvíddin innan dagligvørur er umleið tvífaldað, meðan víddin av handlum, ið selja aðrar vørur, er økt við einum fjórðingi.


Árligi umsetningurin øktur við uml. 50 mkr.


Ein onnur av høvuðsniðurstøðunum í handilsgreiningini fyri handlarnar í Klaksvík er, at umsetningurin er øktur við umleið 50 mió. kr. frá 2005 til 2011, úr umleið 200 upp í 250 mió. kr. Her er ikki mótroknað fyri prístali, so talan er reelt um ein lægri, men framvegis áhugaverdan vøkstur av handilsumsetninginum í Klaksvík, síðani Norðoyatunnilin lat upp í apríl mánað 2006.


Dagførda greiningin av handlunum í Klaksvík staðfestir eisini, at støðið hjá handlunum generelt er økt eitt sindur síðani 2005. Hetta ger seg serstakliga galdandi innan dagligvørurnar, og kemst tað av, at fleiri handlar eru grundleggjandi nútímansgjørdir, víðkaðir ella hava latið upp í nýggjum hølum síðani 2005.


Handilsjavnaavlop innan dagligvørur


Handilsgreininin staðfestir eisini, at handlarnir í Klaksvík frá 2005 til 2010 hava bøtt munandi um handilsjavnan hjá Klaksvík sum handilsbýur.


Við handilsjavna verður her sipað til, um umsetningurin hjá handlunum í Klaksvík er størri ella minni enn nýtslan hjá borgarunum í sama øki. Er handilsjavnin størri enn 100, sigur tað sostatt, at handlarnir umseta fyr i meira enn nýtslan hjá borgarunum í økinum er. Ella, sagt á annan hátt, tað koma fleiri fólk frá øðrum plássum til býin at keypa enn øvugt.


Her staðfestir handilsgreiningin, at handilsjavnin í Klaksvík er styrknaður síðani 2005. Innan dagligvørur er hann betraður úr 91 í 2005 upp í 103 í 2010, meðan hann innan aðrar vørur er betraður úr 56 í 2005 upp í 68 í 2010.


Samanumtikið staðfesta hesi hagtøl, at handilslívið í Klaksvík er blivið lutfalsliga sterkari, síðani Norðoyatunnilin lat upp.


Ynskja at styrkja og menna samstarvið


Eftir framløgurnar var høvi hjá fundarluttakarunum at seta spurningar og at skifta orð um viðurskiftini, har ymisk viðurskifti, avbjóðingar og møguleikar vórðu tikin fram.


Kjakið millum handilsfólk og býráðslimir, sum eisini vóru við til fundin, vísti, at áhugi er millum handlarnar at arbeiða við møguleikum fyri samstarvi og menning av Klaksvík sum handilsbýi.


Magnus Arge, formaður í Klaksvíkar Handilsfelag, og Gunvá við Keldu, borgarstjóri, boðaðu at enda frá, at felagið og kommunan í felag umrøða møguleikar, og varð at enda avrátt at boða aftur til fundar, tá ið komið er longur við ætlanunum.