Fjølbroytni í Tórsgøtu
Cosplay, New Wave, punkur og klassiskur tónleikur eru bara nøkur dømi um, hvat tú kanst uppliva á Tórsgøtu komandi tíðina.
Danski bólkurin Fremmand við føroysku songkvinnuni verður í Perluni, flyglið í Auluni í Finsen verður frumframført av M.C. Restorff, vit hava klædnamarknað, og tríggir av okkara bestu tónleikarum framføra.
Ja, her hendir eitt sindur av hvørjum í Tórsgøtu.