Fiskivinnunýskipanin ger 4.000 føroyingar arbeiðsleysar

Mánadagin var eg á fundi í vinnunevndini. Har metti eg, at uppskotið til nýskipan í fiskivinnuni hjá samgonguni fer at kosta 4.000 arbeiðspláss. Upplýsti at eftir mínari meining, var uppskotið hjá Sambandsflokkinum ikki stórt betri. 

Eg hevði ikki útrokningarnar við á fund. Eg nevndi hetta í samband við at eg hevði eina talvu við, sum vísir yvirlit yvir starvsfólk og lønargjaldingar í fiskivinnuni. 

Alivinnan var eisini nevnd. Men eg havi ikki útrokningar hesum viðvíkjandi. Tað meti eg ikki verða rætt at rokna og viðgera børsnoteraða fyritøku og um ella nær hon flytir part av framleiðsluni uttanlanda. Men av tí at broytingar í alivinnuni eiga at roknast við at verða líknandi sum tær í fiskivinnuni og at fyritøkur noyðast at fyrihalda seg til broyttar umstøður er eyðsæð. 

Havi tí útrokna fyri fiskivinnuna, hvussu nógv arbeiðspláss vit missa um uppskotið hjá samgonguni verður samtykt. 

At fylgja ráðgevingini hjá ICES og Havstovuni ger at heimaflotin og flakavinnan minka 50%. Tað er eingin í vinnuni sum trýr Havstouni. Egnar útrokningar vísa eisini, at tað ikki er samsvar millum data frá Havstovuni og tað teir siga. 

Uppboðssøla av fiskaðum fiski viðførur, at 25% av fiski fer óvirkaður av landinum. Uppboðssøla av fiskirættindum á fjarleiðum viðførur at stórsti parturin av tí vit nú fiska við línu fer óvirkaður av landinum. 

Uppskotið forðar ikki fyri at útlendsk manning kann manna føroysk skip. Við tað at meklarar tosa um óalmindiliga stóran aktivitet og norskir skipaeigarar boða frá sera nógvum fyrispurningum og undirritaði hevur tosa við fólk eg sum so ikki kenni á kajøkjum og aðrastaðni við, sum ætla at keypa skip, so er púra greitt at tá uppboðssølan kemur, so fáa Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð rætt í at teirra limir verða koyrdir í land og aðrir sáttmálar brúktir. Og vit kunnu ikki lóggeva norðurlendingar við normalkontrakt út úr Føroyum. 

Tí havi eg rokna við at 75% av føroyingum við langfara- og uppisjóvar skipum missa sítt starv. 

Avleitt virksemi er útrokna eftir einum faktori á 1,71, sum er sambært frágreiðing um týdningin av fiskivinnuni og er basera uppá tøl frá 2012. 

Lønin í avleiddum vinnum er sett til 220.000 pr. starvsfólk pr. ár. Alt írokna. 

Hetta kann diskuterast, men við tað at tølini eru sera stór og útrokningin vísur at skaðin verður sera stórur,  gevur tað onga meining at diskutera smálutir í útrokningum. Sjálvt um eg skuldi havt rokna 50% skeivt, er eyðsæð at Føroyar fara konkurs rættuliga beinan veg. 

Uppboðssøla av makreli viðførur at heimaflotin missur alt ískoyti av makrelveiðu, teir higartil hava havt umframt at tað ikki er skilagott at býta makrel við línufisk í øðrum londum. Hetta havi eg ikki tikið við í útrokningarnar. At skandinavar sum manna uppisjóvarskip ikki skulu gjalda kommunu- ella landsskatt havi eg heldur ikki tikið við. Havi heldur ikki tikið við, minkingina hjá Pelagisku virkjunum, orsaka av at tað ikki er loyvt at áleggja avreiðingargjald á 2 kr. kg. á landingar uttanlands. 

Summa summarum er at tað ber væl til at brúka størri tjørukust at mála við enn talvan vísur. Men sjálvt um vit skifta tjørukustin út við ein pensil, so verður úrslitið framvegis ein katastrofa. 

Útrokningar eru gjørdar seinstu 2-3 árini út frá tí eg havi tosa við fólk í vinnuni, útlendskar fiskifrøðingar og útlendskar búskaparfrøðingar við uppboðssølu sum speciale og ikki at gloyma við at lurta eftir og lesa tað fiskimenn siga og skriva á facebook v.m. 

Hetta var so ískoyti til fyrispurning í vinnunevndini um útrokning fyri pástandi um at 4.000 arbeiðspláss verða færri orsaka av fiskivinnunýskipan. 

Sum ískoyti til ískoyti kann nevnast, at eg bjóðaði Bjarna Hammer, formanni í Vinnunevndini at seta nøvn á, hvør má gevast í vinnuni og tað ber til at siga við relativt lítlum fyrivarni. 

Eivind Jacobsen
Strendur