Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni

Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr. 

Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og fýra av teimum vóru lagdar fram á framløgudegnum. Inga Kristiansen greiddi frá um leiklutin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild og vegna Eilif Gaard greiddi hon frá kanningum av reyðæti, sum rekur úr Bankarennuni um veturin. Jóhannis Danielsen greiddi frá árinskanning av fiskiskapi á hótt fuglasløg og Ian Salter greiddi frá, hvussu umhvørvis-DNA verður brúkt til at kanna botnfisk undir Føroyum. 

Umframt áðurnevndu verkætlanir, so stuðlar Fiskivinnugransking í løtuni eisini tveimum øðrum verkætlanum á Havstovuni, nevniliga einari sum snýr seg um reyðsprøku og tungu og einari um taraskógir sum uppvakstrarøki. 

Á framløgudegnum luttók harafturat Petur Steingrund við eini framløgu um royndir við skiljirist í fiskiskapi eftir upsa/botnfiski.