Fiskiskapur hjá útlendskum ferðafólki

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum hendan grein 52 a fyrispurning:

Viðvíkjandi fiskiskapi/útróðri hjá útlendskum ferðafólki.
1) Eru ongar ásetingar fyri útlendingar um kravt fiskiloyvi, um hesir skulu dríva fiskiskap/-heimaútróður 
    við føroysku strendurnar.
2) Er heldur onki hámark fyri hvussu nógv kann veiðast.
3) Verður veiðan uppgivin og skrásett, so hon telur við í veiðuhagtølunum.
4) Er her talan um loyvda veiðu, ella er tað ránsveiða.
5) Um talan er um ólógliga veiðu. Hvussu leingi fer myndugleikin at venda blinda eyga til.

Viðmerkingar
Seinasta heyst gjørdi eg landsstýrismanninum í fiskivinnumálum vart við, at eg av suðuroyingi varð kunnaður um, at útlendingar leigaðu sær bát/bátar at dríva útróður avmarkað tíðarskeið. Hesir vóru væl útgjørdir, arbeiddu fiskin sjálvir og teir høvdu veiðina við sær av landinum, tá teir fóru avstað.
Landsstýrismaðurin takkaði fyri upplýsingarnar og lovaði at kanna málið.

Hoyrdi einki aftur og roknaði sostatt við, at hesin fiskiskapur var støðgaður, men nei. Sambært grein í Vágaportalinum, so hendir júst tað sama í ár sum undanfarin ár, og mynd av fiskarúgvu og monnum ið skera flak á bryggjuni, prógvar innihaldið í greinini.

Neyvan nakað annað land í okkara parti av heiminum loyvir slíkum fiskiskapi. Rættir stuttleika fiskarar reika heimin runt fyri at fáa dreyma fiskin. Tá hetta eydnast, verða myndir tiknar og fiskurin sleptur útaftur. Ja munur er á.

Um menn koma við reiðskapi og frystiútgerð, leiga bátar og royna í dagavís, má talan verða um vinnuliga veiðu. Tí er alneyðugt at støðga hesi gongd, áðrenn óskilið vindur upp á seg, so enn fleiri útlendingar fara at gagnnýta hendan møguleikan.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður

-------------------------

NB: Viðhefta grein á Vágaportalinum um sama evni.

Herfyri var eitt lesarabræv á VP, har spurt var í lesarabrævinum, um einki hámark er á fiskiskapinum hjá ferðamanninum sum at vísa seg ótarnaður fiskar av "fólksins ogn" og flytur út á útlendska marknaðin:
“- Í Suðri eru fleiri bátar, sum eru mannaðir við ferðamonnum, sum vísa seg at útflyta nógv av "Føroya fólks ogn".

- Útlendingarnir koma henda vegin og manna einar 5-6 bátar, og so fara teir út at fiska og standa so á bryggjuni og flekja, tá ið teir eru komnir aftur av føroysku grunnunum, skrivaði ein ið nevndi seg Undrandi sjómaður. 

Víðari var sagt, at veiðan verður so flutt av landinum í frysti bilum, sum koma 14. hvønn dag, og er hetta mannagongdin alla summarhálvuna. 

- Eg havi skilt at okkurt er í føroysku lóggávuni um, at ferðamenn kunnu leiga sær ein fiskitúr í Føroyum, og er hetta helst gjørt at stimbra føroysku ferðavinnuni, sum møguliga nú hevur fingið í so nógvan stimbur. 

- Í hesum førinum í Suðri, í Porkeri, sær meira og meira út til at hetta er vorðið ein vinna, har føroyskur fiskur verður útfluttur uttanum allar skipanir at vísa seg. 

- Mín spurningur er tí, hví einki hámark er sett á, hvussu nógv útlendski ferðamaðurin hevur loyvi at fiska í Føroyum av "føroysku ognini hjá Føroya fólki"? spurdi lesara brævskrivarin.
VP sendi fyrispurningin víðari til Fiskimálaráðið tann 13. mai 2019, men hevur ikki fingið nakað svar enn”.