Í frágreiðingum okkara seinastu fýra árini hava vit víst á, at Fiskimálaráðið hevur ikki lýst skrivligar mannagongdir í sambandi við at umsita fiskiloyvi.
Fiskimálaráðið heldur, at tað ber ikki til at gera skrivligar mannagongdir, tí málini eru so ymisk.
Fiskimálaráðið hevur ein lista við 11 punktum, sum sigur, hvørjar upplýsingar ráðið skal hava fyri at kunna kanna eftir, um eigara- og avgerðarviðurskifti hjá feløgum eru í tráð við ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Í oktober 2010 greiddi landsstýrismaðurin frá, at Fiskimálaráðið arbeiddi við at orða mannagongdir.
Í september 2011 hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kunnað um, at umsitingin av fiskiloyvum fer fram sambært lógum og kunngerðum. Hann greiddi eisini frá, at Fiskimálaráðið í eina tíð hevur arbeitt við at kanna mannagongdirnar í sambandi við umsitingina af fiskiloyvum.
Niðurstøðan hjá Fiskimálaráðnum er, at tað ber ikki til at gera skrivligar mannagongdir, tí málini eru so ymisk. Landsstýrismaðurin boðar frá, at Fiskimálaráðið tískil ikki ger meira við málið um skrivligar mannagongdir, eitt nú at kanna, um eigara- og avgerðarviðurskiftini eru í tráð við ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap.