Fiskavørur til ES ígjøgnum Bretland

HFS vil heita á føroyskar útflytarar at kanna krøvini fyri innflutningi av fiskavørum í móttakaralandinum í ES.

Brexit hevur eisini viðført broytingar av fiskavøru, sum skulu til ES ígjøgnum Bretland eisini kallað transit.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vil heita á føroyskar útflytarar at kanna krøvini fyri innflutningi í móttakaralandinum í ES, áðrenn fiskavøra verður send avstað úr Føroyum. Her kunnu vera krøv um heilsuváttan og segling av vøru, áðrenn fiskavøran fer úr Føroyum.

Meira kunning um hetta er á slóð her