Fiska og vinn 10.000 kr.

Sílagransking: Fríggjadagin 11. desembur verður lutakastið um vinnaran av 10.000 skattafríar kr. Drigið verður millum allar brævbjálvarnar við roðsluroyndum, sum sílafiskarar hava sent inn til P/F Fiskaaling.

Men enn ber til at luttaka! Send inn brævbjálvan við roðsluroyndum og uppmátingum, so hesar eru Fiskaaling í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. novembur. Nærri vegleiðing til luttøku sæst her. Bjálvarnir til endamálið fáast frá Fiskaaling á tel. 474747 ella skriva til fiskur@fiskaaling.fo

Lutakast
Tað er Landsgrannskoðarin, ið dregur lut um vinnaran fríggjadagin tann 11. desembur.  Vinnarin verður kunngjørdur á heimasíðuni hjá Fiskaaling og í fjølmiðlunum. Vit seta okkum sjálvandi eisini beinleiðis í samband við vinnaran.

Í løtuni eru á leið 200 brævbjálvar innkomnir, og er tað nakað fleiri enn í 2019. Men rúm er sjálvandi fyri øllum, sum senda inn.

Verkætlanin verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling